Skriva út

Gunnleyg Maria Arge

Gunnleyg Maria Arge
deknur
Vesturkirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Gunnleyg Maria Arge er fyrsta kvinna í landinum, sum hevur verið deknur, og harvið hevur hon skrivað søgu. Hon var deknur í Vesturkirkjuni frá 1980 til 1998 . Gunnleyg Maria er fødd 9.08.1951 og uppvaksin í Havn. Hon er dóttir Meinhardt og Annelise Arge. Hevði búð uttanlanda við manni og børnum í 9 ár og var júst afturkomin, tá hon fekk kallið. 

    -Eg byrjaði at arbeiða sum skrivari í Vesturkirkjuni, og tá eg hevði arbeitt í ein mánað, varð eg spurd, um eg eisini vildi vera deknur. 

    -Eg leitaði í bøn og fekk eitt klárt svar frá Guði, at eg skuldi vera tænastukvinna Harrans.   
          
    -Eg kendi starvið sum eitt kall. Í fyrstani fekk eg mótstøðu, men helt áfram.Deknastarvið var ein gáva frá Guði, og tað hevði stóran týdning fyri meg. 

    -Í 1998 konverteraði eg til katólsku kirkjuna, har eg sá virðini í móðurskapinum gjøgnum Mariu moy, og grøðingin, sum fór fram í altargongdini gjøgnum Jesus Kristus, sum veruliga er til staðar í altarsins heilaga sakramenti. 

    -Guð gav mær eina sangrødd, og eg kann syngja andaligar sálmar og sangir í øllum kirkjum, meðan eg havi sungið í mong ár í Kristiliga Sangkórinum.