Skriva út

Fríða Marjunnardóttir Thomsen

Fríða Marjunnardóttir Thomsen
deknur
Hans Egede Kirke
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Fríða er deknur í Hans Egede kirkjuni í Keypmannahavn. Føroyska kirkjuliðið heldur til í hesi kirkju. Fríða hevur verið deknur í nøkur ár og er gudfrøðislesandi á universitetinum í Keypmannahavn. Hon er fødd 11 februar 1988.

-Eg møtti Ólavur Eysturdal á kollegiinum. Hann var gudfrøðislesandi og deknur í føroyska kirkjuliðnum. Hann segði mær, at hann manglaði ein avloysara og soleiðis gjørdist eg deknur. Hetta var, meðan Bergur Jacobsen var settur prestur í Keypmannahavn.

-Eg eri uppvaksin við kirkjuni, vit gingu altíð í kirkju, tá íð eg var barn. Á tann hátt var tað ikki eitt stórt lop fyri meg at gerast kirkjutænari. Eg má viðganga, at eg var eitt sindur nervøs, í fyrstuni. Eg hevði ongar royndir at standa frammanfyri fjøldini. Men eg vandi saman við Ólavi og tað gekk væl. Bergur gav okkum frælsi, vit høvdu okkara uppgávu sum kirkjutænarar og hann hevði álit á, at vit gjørdu okkara. Og fyri meg var tað serligt, at vera ein partur av felagsskapinum.

-Eg havi ikki verið kirkjutænari, síðan dótturin Røskvá varð fødd, tað er hálvt annað ár síðani. Eg kundi hugsað mær at verið prestur. Eg føli, at eg havi lisið til prest ikki teologi. Og eg havi ein dreym um at vera prestur í Føroyum. Vit koma heim aftur, tá íð Røskvá er komin í skúlaaldur, sigur Fríða Marjunnardóttir Thomsen.
 
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”