Skriva út

Eyðfinn Magnussen

Eyðfinn Magnussen
klokkari
Vesturkirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Eyðfinn Magnussen er klokkari í Vesturkirkjuni og tað hevur hann verið seinastu tvey árini. Hann byrjaði í 2018. Hann er føddur 31. mars 1966.

-Tað var eitt sindur tilvildarligt, at eg gjørdist klokkari. Eg sat í kirkjuráðnum og tá flutti Carl Michelsen, sum var klokkari, niður til børnini. Eisini hendi tað, at ein annar klokkari, Harald Hammer segði upp. Nú er Carl komin aftur og er aftur klokkari og eg haldi fram, sigur Eyðfinn Magnussen.

-Og hvussu eg kom í kirkjuráðið er eisini ein einføld forkláring uppá. Eg varð spurdur, um eg vildi upp á listan til kirkjuráðsvalið og eg svaraði, at tað kundi eg gott. Eg varð valdur, sigur hann.

-Kirkjan hevur avgjørt eina framtíð og ongantíð meira enn nú, fólk hava so nógvan skund og eru forvirrað, sigur hann.

Eyðfinn Magnussen er lívfrøðingur. Hann byrjaði at lesa á Fróðskaparsetrinum í tvey ár og fór síðan niður á universitetið í Keypmannahavn. Tók prógv í 1993. Fyrstu tíðina arbeiddi hann helvt um helvt á Fróðskaparsetrinum og Havstovuni og nú er hann burtur av á Fróðskaparsetrinum.

-Eg geri mær ikki langtíðarætlanir um klokkarastarvið í Vesturkirkjuni. Vit eru fýra klokkarar, sum skiftast, og tí er hetta starv ikki so bundisligt.

Eyðfinn er uppvaksin í Hvalvík, mamman er úr Fuglafirði og tá Eyðfinn var tannáringur, fluttu tey til Fuglafjarðar.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.