Skriva út

Egon Rasmussen

Egon Rasmussen
deknur
Bønhúsið í Ørðavík

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Egon Rasmussen er føddur í Keypmannahavn í 1932 á Ríkissjúkrahúsinum. Pápin, sum var úr Miðvági, sigldi úti og mamman er ættað úr Ørðavík. Egon var kirkjutænari í Ørðavík í 39 ár.

-Vit høvdu ikki nógv samband við Miðvág, eg minnist bara Ørðavík frá barnaárunum. Skúlin í Øravík var niðurlagdur í 1945 og eg gekk eitt ár í skúlanum Uppi í Stovu. Eg gjørdist kirkjutænari í nýggja bønhúsinum í Øravík 2. jóladag í 1966, tá var bønhúsið tikið í nýtslu, sigur Egon Rasmussen.

-Eg var til sjós sum ungur og gjørdist síðan heimamaður. Í 1955 keypti eg húsini í Øravík og her búgvi eg enn. Eg giftist við Valborg Mortensen, hon var slektað higani. Vit fingu fimm børn, tveir synir og tríggjar døtur. Vit upplivdu ta stóru sorg, at yngri sonurin doyði av vanlukku í 1985. Hann datt niður gjøgjum eina tekju í Havn og doyði á staðnum. Hann var forlovaður og átti eina gentu og ein drong. Har var einki at gera, hann var deyður. Vit hava havt gott samband við børnini. Valborg doyði í 1994 av kreft, hon andaðist sama dag, sum hon fylti 67. Vit vóru leingi niðri í samband við sjúkraleguna, men einki hjálpti. Hon doyði í oktober.

-Eg og Jastrid eru góðir vinir og hana vitji eg dagliga. Hon var gift við Hermund Mikkelsen úr Øravík, hann er langt síðan deyður. Dótturin býr beint við og frá henni plagi at at fáa sunnudagsdøgurða. Her er gott at vera í Øravík, so deiliga friðaligt. Til ber at siga, at lívið er ríkt. Eg eigi 14 barnabørn og tvey langabbabørn í Leirvík.

-Eftir at eg gjørdist heimamaður í 1961 fór eg at at koyra lastbil, hetta gjørdi eg í 20 ár. Síðan fór eg á flakavirkið og var har til eg pensioneraðist.

-Klokkan í bønhúsinum er søgulig. Fyrst hekk hon í gamla skúlanum, sum eisini var brúktur sum bønhús. Klokkan er gáva frá Lamba Poul, sum gav klokkuna í 1889. Hon skuldi vera av Norsku Løvu.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.