Skriva út

Ebba Stovugarð

Ebba Stovugarð
deknur

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Ebba Stovugarð er ættað úr Skopun. Hon var 26 ár, tá hon flutti til Skálavíkar. Hon er deknur í kirkjuni í Skálavík. Ebba er fødd 26. november 1951.

-Tað er stórur munur á at búgva í Skopun og í Skálavík. Í Skopun høvdu fólkini meira við hvønn annan at gera og gingu inn til hvønn annan, tað gera tey ikki í Skálavík og eg minnist tað sum ein forferdiligan sakn, sigur Ebba Stovugarð.

Hon flutti til Skálavíkar, tí hon møtti manninum, Snorra Stovugarð. Tey hava fingið tvey børn, drong og gentu og enn ongi barnabørn.

-Eg havi verið deknur í kirkjuni síðan 2004. Eg læs fyrstu ferð lestur 29. august. 21 fólk vóru í kirkju, Tórfinn Mortensen var klokkari og Joan Joensen við urguna.  Palli Dalsgarð fall frá sum deknur og Atli Dalsgaard tók yvir. Men Atli doyði tíverri frá okkum knappliga einans 50 ára gamal og síðan havi eg fyri tað mesta verið einsamøll deknur. Eg havi ongan avloysara og nú eru eyguni farin at bila. Ikki soleiðis at eg eri sjúk í eygunum, men tey vikna við aldrinum. Tað er ógvuliga bundið at vera einsamallur deknur.  Eg ivaðist í at siga ja til at gerast deknur, men Tórbjørg yvirtalaði meg. Her er ongin, sum vil avloysa, tað er trupulleikin, sigur hon.

-Eg var heimagangandi, tá íð børnini vóru smá. Síðan havi eg verið avloysari í Rúsuni og eisini havi eg vaskað umborð á Teistanum. Í frítíðini geri eg handarbeið, tá eg einki annað havi at gera, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.