Skriva út

Delmar Tausen

Delmar Tausen
klokkari
Hovs kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Delmar Tausen er sjálvur krumtappurin kring klokkuna í Hovs kirkju og hann hevur verið knýttur at klokkuni, síðan hann var blaðungur ella síðan hann var 14 ára gamal ella í árum verður tað til yvir 50 ár.

-Hjá mær byrjaði tað við, at eg hjálpti Peter Bager og fyrstu ferð er ringdi einsamallur var til jarðarferðina hjá Hans Hovgaard. Petur búði hjá Hans og tí kundi hann ikki ringja, tá ið hesin fór til gravar. Eg fekk uppgávuna og heilt óroyndur var eg ikki. Hetta var tann 31 mai í 1965, sigur Delmar Tausen. Hann er føddur 12 mars í 1951.

-Tað er ikki soleiðis, at eg havi verið klokkari øll árini. Eg var í samfull tíggju ár í starvi hjá Bileftirlitinum í Havn og í samfull 17 ár havi eg arbeitt í tunnlum kring landið. Men eg havi alla tíðina verið klokkari, tá ið eg havi verið heima og tá íð eg havi verið burtur, hava míni systkin ringt. Klokkarastarvið hevur verið í húsinum, sigur hann.

-Eg havi ongantíð følt arbeiði sum eina plágu. Eg eri tann í familjuni, sum eri klokkari, tá íð eg eri heima. Og hetta er drúgvur starvsaldur. Eg var klokkari, tá ið Jóhan Veihe var insettur sum prestur, eisini tá ið Eivind Vilhelm var insettur og eisini tá íð Kjartan Mørkøre var innsettur.

Delmar er giftur við Birnu og hon er ættað úr Nólsoy. Tey eiga fýra børn, tvey av hvørjum og sjey barnabørn.

-Nú arbeiði eg aftur hjá landsverk og eg veit ikki, um eg eri ávirkaður at hava arbeitt 17 ár inni í Føroyskum fjøllum. Kanska tann mest spennandi uppgávan var at gera sumbiartunnilin, tað tók okkum 11 ár, tí pengar vóru ikki til arbeiðið og hetta var ein risa uppgáva orsakað av teimum torføru jarðfrøðiligu viðurskiftunum.

-Eisini eri eg borgarstjóri í Hovs kommunu, sum er ein av teim minstu í landinum. Eg veit ikki, starvið sum borgarstjóri fyllir bara meira og meira og umsitingin bara veksur. Eg havi sitið í 20 ár í bygdarráðnum, harav 12 ár sum borgarstjóri.