Skriva út

Bjarni Heinesen

Bjarni Heinesen
klokkari
Vestmanna kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Bjarni Heinesen er ættaður úr Bø. Bæði foreldrini vóru úr Bø. Og hann roknar seg at stava frá húsunum í Búri í Bø. Hann er føddur 23. oktober 1953. Hann er eisini uppvaksin á Skála og eisini í Vestmanna og hetta hongur soleiðis saman.

-Pápi mín. Erling Heinesen, var útbúgvin verkfrøðingur. Hann kom aftur til Føroyar og starvaðist eitt skifti á Skála Skipasmiðju, áðrenn hann fekk starv hjá SEV í Vestmanna, og tað var orsøkin til at vit komu higar at búgva, pápi bygdi her og eg havi verið glaður fyri at hava havt Vestmanna, sum mín heimstað.

-Eg var fast deknur í Kvívík og var eisini í Vestmanna av og á. Í Kvívík var eg einsamallur eitt skifti og tað var ógvuliga bundisligt . Eg mátti taka børnini við í kirkju. Eg eri vanur at ganga í kirkju frá tí eg minnist.

-Eg var eisini biðin til dekn her í Vestmanna, nú eg gjørdist klokkari, men eg bar meg undan, eg orki ikki so væl at lesa longur. Og klokkarastarvið er heldur ikki óáhugavert, nú eg kenni meg so knýttan at kirkjuni. Vit eru farnir at kima aftur og vit brúka gomlu klokkkuna í kirkjuni til hetta endamál. Eg haldi, at kimingin er hugnalig.

-Eg minnist kiming frá Funningi. Kona mín Hervør Højsted er úr Funningi og pápi hennara var deknur. Tað var vakurt jólamorgun at hoyra klokkuna kima í Funningi.

-Pápi sat í kirkjuráðnum í Vestmanna og eg havi eisini verið í kirkjuráðnum, eg var í kirkjuráðnum um tað mundi, tá ið kirkjan var umbygd.

Bjarni og Hervør eiga fýra børn, tríggjar gentur og ein drong. Seks barnabørn er komin og tað sjeynda er á veg.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.