Skriva út

Atli Olsen

Atli Olsen
organistur
Rituvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivssson Eidesgaard

Báðir organistarnir í Rituvíkar kirkju hava verið leingi í tænastu. Atli er føddur 30 august 1958 og hann hevur spælt í kirkjuni í 1970 og fast síðan 1976. Pápi hansara, Arnold Olsen, spældi eisini urgu og hann hevur verið í kirkjuráðnum langt aftur í tíðina.

-Vit áttu orgul heima og mamma lærdi meg í fyrstuni. Hon hevði hylling av nótunum. Pápi spældi eisini eftir nótum, men tað var meira vilji enn nakað annað. Har var ongin annar organistur í Rituvík. Eg fór at ganga til undirvising hjá Christian Hammer í Runavik eftir skúlatíð. Eg og flogskiparin, Hans Meinhard á Høgabóli gingu til undirvísing saman. Eg minnist, at vit plagdu at fáa døgurða og ofta ræstan fisk, tá ið vit komu til undirvísing. Í 1980 var eg á Børkop. Har á leiðini var ein dómorganistur, sum kallaðist Erling Preusler og honum fekk eg undirvísing frá. Síðan hevur tað verið nakrir tímar við Meinhard Bjartalíð , presti, og síðan havi eg spælt. Eg havi havt trupulleikar við høgra eyga, eri í viðgerð og eri í batning, sigur Atli Olsen, organistur.

-Eg og Olaf semjast væl og leggja tilrættis og tað hevur riggað væl. Vit spæla aðruhvørja ferð og er annar leingi burtur, halda vit fram at spæla aðruhvørja ferð, tá ið hann er komin heimaftur. Og hetta er galdandi báðar vegir.

-Tað var ein stór broyting fyri okkum, tá ið vit fingu nýggja orglið í 1983. Hetta var nógv størri enn gamla og nógv fleiri møguleikar. Tað var gott at fáa eitt nýtt orgul og mær dámdi eisini væl hitt gamla, tað hevði sjálvsagt færri stemmur og ikki fótbassar. Men ljóðið var vakurt og tað fylti kirkjuna, sigur hann.

Atli arbeiðir hjá Landsverk í Kollafirði. Hann keypir inn, er goymsluformaður og hevur nakað av skrivstovuarbeiði. Atli er giftur við Hallu Eilertsdottir og tey eiga eina vaksna dóttir.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”