Skriva út

Anna Kristina Joensen

Anna Kristina Joensen
deknur
Gøtu kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tað er gjøgnum ungdómsarbeiðið í missiónini, at Anna Kristina Joensen er vorðin deknur í Gøtu kirkju. Hon er fødd fyrsta september 1983 og er sjúkrasystir og arbeiðir í Havn og býr í Gøtu og so kemur sjálvfylgiligheitin, hon koyrir í millum. Anna er ein av teimum ungu deknunum í Gøtu kirkju.

-Vit hava ungdómsarbeiðið hjá missiónini og vit vóru biðin um at hava lestragudstænastu. Her var ongin prestur eitt skifti og her var mangul uppá deknar. Nú aftaná eri eg spurd, sum eg vil vera deknur og eg havi sagt ja. Og hví havi eg sagt ja, tað er tí tað fellir mær natúrligt og hví skal eg so ikki halda fram at vera ein partur av tí, at boða boðskapin út til fólkið.

-Eg eri ein partur av missiónsarbeiði,sum er andaligt virksemi. Og tað at gerast deknur er eitt framhald av hesum arbeiði. Barnatrúgvin er farin yvir til vaksnamammatrúgv. Tað er ongin serlig orsøk til, at eg eri andaliga virkin.

-Eg arbeiði sum sjúkrarøktarfrøðingur á Landssjúkrahúsinum og hetta at vera um fólk, serliga fólk i krisu er gevandi og mennandi fyri meg.
Gamla missiónshúsið í Gøtugjógv var vorðið so vánaligt, at tað mátti takast niður. Tað loysti seg ikki at umvæla tað. Nú er grundøkið gjørt byggibúgvið á sama stað til eitt nýtt missiónshús. Hetta verður ikki nakað stórt hús, men nóg stórt til at hýsa virkseminum hjá missiónini og til størri tiltøk ber til at brúka kirkjuna.

-Vit hava tey seinastu 10 árini verið í kjallaranum hjá kirkjuni. Her eru góðar umstøður, stórt rúm og allir fasilitietur, eitt nú góður køkur og atkomumøguleikar. Og so kann tú spyrja, hví vit byggja nýtt missiónshús? Orsøkin er, at arbeiðið í missiónshúsinum kann kollidera við virksemið í kirkjuni, eitt nú til jarðarferðir og til onnur tiltøk í kirkjuni, serliga tá íð høgtíðsdagar eru. Tað er gott samstarv millum kirkjuna og missiónshúsið og tað eru somu fólk, sum eru at síggja í báðum støðum.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.