Skriva út

Anfinnur Johansen

Anfinnur Johansen
klokkari
Havnar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Anfinnur Johansen hómar klokkarar so langt aftur eygað røkkur í slektini Við Sjógv á Strondum. Abbi hansara var klokkari, ein av langabbunum og eisini ein av oldurabbunum og Anfinnur er ikki sørt errin av at bera arvin víðari í Dómkirkjuni í Havn, har hann er klokkari. Anfinnur er ættaður av Skála, har hann er uppvaksin og føddur 16 desember 1953.

-Eg havi gingið nógv í kirkju síðan eg var barn.   Í 1979 fór eg niður at lesa í Keypmannahanv og har kom eg at ganga í kirkju til føroysku gudstænastuna í Samuelsenskirkjuni. Seinni gørdist eg deknur og læs onkuntíð, tá íð prestur ikki var. Eg flutti aftur til Føroyar í 1990, hetta var áðrenn Hoyvíkar kirkja var bygd og tí fór eg at ganga í Havnar kirkju, sum nú er okkara dómkirkja, sigur Anfinnur Johansen.

-Ein dagin kom Per Jacobsen, sum tá var kirkjuráðsformaður og spurdi, um eg vildi vera klokkari og eg segði ja. Tað dámdi pápabeiggja mínum Við Sjógv, Jóhan David, at klokkarastarvið livdi víðari í familjuni. Eg ringdi fyri fyrstu ferð 21 sunnudag eftir Trinitatis í 1999,  sigur Anfinnur Johansen.

-Klokkarastarvið er eitt álitisstarv. Klokkarin er tann fyrsti, sum møtir í kirkjuni og ger klárt og hann er tann seinasti  út aftur. Vit eru við til gudstænastur, kórseting og jarðarferðir, sigur Anfinnur Johansen.

Anfinnur eigur eina dóttir og ein son.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.