Skriva út

Andrias Sjóvará

Andrias Sjóvará
klokkari
Havnar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Andrias Sjóvará er ættaður av Strondum, men hann hevur búð í Havn alt vaksna lívið. Hann er enn í starvi sum klokkari og tað hevur hann verið síðan stutt undan aldarskiftinum í 1999, ella nærri roknað 31. oktober hetta ár. Andrias er føddur 12. november 1936.

-Eg gjørdist klokkari 22. sunnudag eftir Trinitatis og var fegin fyri áheitanina. Eg havi altíð havt áhuga fyri kirkjuarbeiði. Her gongur so nógv annað fyri seg enn gudstænastan. Klokkarin er altíð við. Hann skal rigga til og hann skal rigga av. Deknarnir eru mest sunnudag, sigur Andrias Sjóvará.

-Eg kom, sum ein ungur strandingur, til Havnar og fóru í læru sum maskinsmiður. Eg arbeiddi hjá Wentzel Petersen. Tað var eitt gott arbeiðspláss.  Eg arbeiddi eisini fleiri ár í Føroyingahavnini í Grønlandi, tað var eitt gott arbeiðspláss við varierandi arbeiði. Seinasta árið, eg var í Føroyingahavnini, var í 1965, sigur hann.

Eg var á Skipasmiðjuni í Havn í fleiri ár og síðan gjørdist eg fastsettur sum brandmaður. Her var eg í 25 ár. Teir vóru ógvuliga lagaligir, um boð vóru eftir mær í kirkjutorninum.  Eg veit ikki, um slíkt hevði gingið í dag.

-Eg livi væl og havi góð likamsevnir. Kanska er tað eitt sindur bundisligt at vera klokkari, men  hinvegin, eg havi einki annað at gera í dag. Eg keði meg ikki, havi summarhús á Selatrað og eigi eitt áttamannafar, eg eri ofta í fjørðinum.

Andrias eigur fýra børn, tríggjar døtur og ein son. Hann hevur fingið 13 barnabørn og tað fjúrtanda er ávegis.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.