Skriva út

Vinni Tavsen

Vinni Tavsen
klokkari og kirkjuverji
Sørvágs kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Vinni Tavsen er 83 ára gomul, nú hesar reglur verða skrivaðar í 2016. Hon er fødd 1. juni 1932 og hon hevur verið ein fastur partur av kirkjuni, seinastu skjótt 40 árini. Hon hevur av og á verið klokkari og síðan hevur hon eisini verið kirkjuverji síðan 1977.

-Tað liggur í genunum hjá okkum at vera kirkjutænarar. Abbi mín Tummas Lauritsen var kirkjutænari frá 1004 og fram til 1947. Ein mammubeiggi mín var kirkjutænari 1937-90 og nú er eisini dóttir mín kirkjutænari. Tað hevur ligið til familjuna, oldurabbi mín var eisini kirkjutænari, hann var klokkari, sigur Vinni Tavsen.

-Eg havi verið kirkjuverji øll árini. At vera kirkjuverji er at vera alt, hann tekur sær av øllum tí praktiska í kirkjuni. Eg eri við til sýnið av kirkjuni og eg syrgi fyri, at breyð og vín er til altarborðið. Eg minnist fyrr, áðrenn Rúsan kom, tá máttu vit bestilla vín frá Vilhelm Christiansen í Keypmannahavn. Eg mátti loysa út sum aðrir menn og hetta gekk fyri seg har úti hjá Niclasen. Nú er tað ómaksleysari.

-Eg eri í kirkju hvønn sunnudag. Í móðirætt eri eg av Lambastovuslagnum og tað er har at kirkjutænararnir í míni familju eru. Tað er ein gleði at vera kirkjutænari og eg havi góðar vónir fyri kirkjuni í framtíðini. Eg haldi ikki, at tað ganga so fá fólk í kirkju, serliga tá ein hugsar um alt sum forstýrar nú á døgum, ítróttur og annað. Og umstøðurnar hjá okkum í kirkjuni eru vorðnar so munandi nógv betri, nú síðan vit hava fingið snotiliga kirkjuhúsið, sigur hon.

-Maður mín Dánjal, doyði fyri 22 árum síðan, hann var ein eldsál. Vit fingu trý børn, og nú eru komin níggju barnabørn og trý langbarnabørn, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.