Skriva út

Torkil Hentze

Torkil Hentze
klokkari
Tvøroyrar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Seinastu 24 árini ella síðan 1992 hevur Torkil Hentze verið klokkari í Tvøroyrar kirkju. Hann er føddur 17 august 1946.

-Eg eri Válari. Eftirnavnið kemur av Sandi. Abbi var av Sandi og flutti til Frobiar. Eg havi tímað væl at verið kirkjutænari, trivist væl. Eg byrjaði í kirkjuráðnum og fór síðan at ringja. Vit vóru tveir klokkarar.

-Seinastu 30 árini havi eg verið maskinmeistari á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tað hevur verið eitt trygt og gott arbeiðspláss og har havi eg gingið og hildið maskinaríið koyrandi. Eg havi verið heimamaður og byrjaði sum blaðungur at læra á bedingini í smiðjuni. Tað var eitt gott arbeiðspláss og har var nógv at gera. Vit vóru 9 lærlingar eitt skiftið. Eg minnist okkurt stórarbeiði, eitt nú at vit forlongdu nótabátin Sólborg hjá Eiler Jacobsen. Á skipasmiðjuni og í smiðjuni lærdi eg eitt hondverk og tað havi eg verið fegin um síðan.

Konan Eris er úr Trongisvági og vit eiga tvey børn og fimm barnabørn.

-Eg varð pensioneraður fyri trimum árum síðani og havi ovmikið at gera framvegis. Eg haldi ikki, at tað er óneyðugt við Suðuroyar Sjúkrahúsi. Í Suðri er støðan øðrvísi, vit ligggja so langt burtur. Um sjúkrahúsið er neyðugt í Klaksvík í dag, veit eg ikki. Teir hava fast samband nú, og tað hevur broytt umstøðurnar munandi.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”