Skriva út

Suni Hansen

Suni Hansen
organistur
Nólsoyar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Suni Hansen, pápi tann kenda urguleikaran í Vesturkirkjuni, Leif Hansen, er organistur í Nólsoyar kirkju. Hann er føddur tann 20. februar 1949.

-Pápi mín, Leif Hansen, var lærari her í Nólsoy. Hann hevði lært at spæla orgul, tá hann gekk á læraraskúla. Eg arbeiddi hjá kommununi, 14 ára gamal, fyri eitt orgul, sum eg keypti frá Simma, vit høvdu ikki orgul heima. Pápi lærdi meg nótarnar. Eg plagdi at velja teir lættastu í fyrstuni. Eitt nú “Hin signaða dag, vit síggja fró” Har vóru bara hvítir tangentar, sigur Suni Hansen, skemtandi.

-Pápi hevði góða sangrødd og stuðlaði mær at gerast organistur. Eg byrjaði at spæla í 1969 og havi verið her síðani. Tað hevur borið til. Eg havi spælt fyri øllum bispunum í Føroyum, sigur hann.

Suni hevur verið snikkari og timburmaður. Tað hevur verið hansara dagliga yrkið og tað hevur honum dámt væl.

-Eitt sindur av jørð er í húsinum og mær dámar væl at fáast við seyð og at velta eplir. Tað gevur lívinum eitt eyka innihald, sigur hann.

Suni er giftur við Unu og hon er nólsoyingur. Teir eiga trý børn. Ein son og tvær døtur. Og tey hava fingið átta barnabørn.

Suni man teljast millum teir organistar, sum hava spælt longst í kirkjuni. Tað eru yvir 50 ár síðan hann fyri fyrstu ferð settist við í kirkjuni á Tanganum, sum kirkjan í Nólsoy eisini verður kallað.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.