Skriva út
Signy Joensen

Signy hevur eisini verið ein partur av kirkjulívinum frá barnsbeini av og um hálvt hundrað ára aldur fer hon at gera tænastu í kirkjuni sum deknur.
-Tað kom soleiðis eitt sindur av tilvild. Amy Andreassen varð vorðin deknur nøkur ár framman undan. Vit báðar eru í slekt. Og Amy barst frá og hon bað meg lesa. Eg helt, at hetta skuldi vera bara ta einu ferðina, men so var ikki. Hetta var í 1990. Skjótt var eg fastur deknur og leingi einsamøll. Tá ið Erika Lómstein Petersen var í barsil, var eg einsamøll. Eg hevði eisini barnamøtini í missiónshúsinum seinni um dagin. Eg læs øll nítiárini, men so fór sjónin av bila. Eg varð løgd undir skurð í 2001 og í 2003 gavst eg sum deknur. Skurðviðgerðin eydnaðist ikki væl og eg fekk eisini ein blóðtøpp í annað eygað og tað gjørdist endin á mínum starvi við lestrarfjølina. Eg haldi seinastu árini var tað bara viljin, sum helt meg til, tí eg var slett ikki før fyri at lesa, sigur Signy.
-Tað var tilvildin sum leiddi meg inn í kór í guds tænastu. Eg hevði ongantíð hugsað tankan, áðrenn eg var biðin. Og tað var ikki uttan ekka, at eg fór undir hetta starv. Eitt herðaklapp frá einum kirkjugangara tók óttan burtur. Tað var Asmund Petersen, sum eisini var klokkari av og á.
Hann kom til mín eftir fyrsta lesturin, eg hevði lisið og takkaði. “Tú lesur bæði hart og týðuliga.” Og eg tók hetta starv við stórum álvara. Seinast eg læs var fyri trimum árum síðani. Tað var til eina føstugudstænastu. Tað var stríggið við míni vánaligu sjón, men tað gekk.