Selmar Jacobsen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Selmar er ættaður av Morkranesi, har hann er uppvaksin. Meðan hann var búgvandi á Morktanesi, tók hann realprógv í Glyvra skúla og hevur góð minnir frá hesi tíð. Hann var lærari í mong ár á Viðareiði, áðrenn hann flutti til Havnar og fleiri ár seinni gjørdist klokkari í Vesturkirkjuni. Selmar er føddur 3. januar 1950.
-Eg og konan Jenny vóru lærarafólk á Viðareiði í 17 ár frá 1980 og fram til 1997. Børnini vóru vaksin og fluttu og vit fluttu aftaná. Eg søkti starv sum skúlastjóri í Sankta Frans skúla og fekk starvið og síðan lá leiðin av Viðareiði og til Havnar. Eg var stjóri á Sankta Frans skúla frá 1997 og næstu 20 árini fram til 2017, tá íð eg fór frá, sigur Selmar Jacobsen.
-Vit vóru ein parturav kirkjulívinum á Viðareiði og eg var eisini onkuntíð deknur, tað hoyrdi líkasum til, tá íð ein er lærari. Vit høvdu nøkur góð ár á Viðareiði, sigur hann.
-Kirkjuráðsformaðurin, Signar Dam, spurdi meg, um eg vildi vera klokkari og eg eri enn klokkari í Vesturkirkjuni og hetta dámar mær væl. Starvsfólkini og kirkjuliðið í Vesturkirkjuni eru fitt og blíð at samstarva við.
-Eg og Jenny møttust í Havn. Hon gekk í skúla her og eg fór á læraraskúlan og vit hava verið saman víðani, sigur hann.
-Tað fjølgast hjá okkum. Vit eiga fimm børn og 12 barnabørn, sigur hann.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.