Marianna Davidsen
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Marianna hevur verið klokkari í Christianskirkjuni síðan á norðoyarstevnu í 2016. Var saman við tveimum øðrum kvinnum útnevnd til at gerast klokkari í Christianskirkjuni. Marianna er fødd 18. juni 1981.
-Eg varð eitt sindur kløkk, tá íð eg varð spurd, og segði slett ikki ja beinanvegin. Eg var eisini í iva, tá íð eg segði ja. Eg spurdi meg sjálva, hví varð eg spurd? Eg segði, at eg skuldi prøva og tað hevur riggað fínt higartil. Í fyrstuni var alt so nýtt og fremmant, tað hugsi eg ikki meira um í dag, sigur Marianna Davidsen.
-Eg havi altíð gingið í kirkju. Mamma er ættað av Húsum, og pápi hennara, abbi mín var klokkari í kirkjuni har. Vit ganga eisini við okkara børnum í kirkju. Tað er nakað sum er heilt natúrligt fyri okkum. sigur hon.
-Eg arbeiði á Bakkafrost og nú er mítt arbeiðspláss flutt út á Glyvrar. Tað var høgligari, tá tað lá í Klaksvík, men tað gongur eisini at koyra út á Glyvrar. Eg eri gift við Jósup Davidsen, hann er ættaður av Skála. Vit eiga trý børn, sigur hon.
-Vit keyptu eini hús á Norðoyri. Tað er gott hjá børnunum at vaksa upp á Norðoyri. Eg eri sjálv uppvaksin har, sigur hon.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.