Skriva út

Kirtin Oddvør Johannesen

Kirtin Oddvør Johannesen
deknur
Dals kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Kirtin er uppvaksin sum barn á Oyrabakka og í Haraldsundi og hon kom til Sandoynna í 1975 og flutti til Dals í 1977. Hon er gift við Jóanes Johannesen úr Dali og tey møttust í realskúlanum í Klaksvík sum blaðung.

-Tá var tað ikki bara sum at siga tað at koma í realskúlan. Skúlastjórin í Klaksvík Alex Sólstein vildi hava, at børn aðrastaðni skuldu hava gingið eitt ár í skúla í Klaksvík, áðrenn tey fingu loyvi at søkja um at sleppa í real. Eg búði í Haraldsundi og gekk í sjeynda flokki í Klaksvík fyri at uppfylla treytirnar hjá skúlastjóranum.

-Eftir realskúlan fekk eg starv sum vikarur í fólkaskúlanum og vikarstarvið gjørdist mítt lívsstarv. Eg havi verið vikarur í 40 ár í Sandoynni. Fyrsta árið var eg ferðalærari millum Kalsbaksbotn og Múla. Hetta var eitt sindur óhøgligt. Tá var ongin vegur til hesar bygdir. Eg hevði fingið bil og eg koyrdi norður á Oyggjavegin og gekk síðan oman í Kalsbaksbotn og har var eg í 14 dagar. Síðan aftur til Havnar og vanliga norður til Klaksvíkar við Pride og við rutubátinum til Hvannasunds. Hetta var í 1974-75. Síðan fór eg til gongu norður til Múla, tað tók einar tveir tímar. Tá búðu fleiri fólk í Múla. Eg hevði ein næming, væl royndist, hann gjørdist seinni maskinmeistari. Eg haldi ikki, at vit hugsaðu at bygdin fór at doyggja út tá. Eg minnist hvussu góður felagsskapurin var í Múla. Alt var felags. Fekk onkur eitt kók, tað verið seg av fugli ella fiski, so varð kókað í einum húsi og øll bygdin kom at fáa sær. Eg gavst, tí eg var við barn, sonurin varð føddur í 1976, sigur Kirtin Oddbjørg Johannesen.

-Eg fekk ikki stundir at fara á læraraskúla. Eg fekk trý børn í fimm ár og verfaðirin hevði neyt, her var nokk at takast við í Dali. Eg mjólkaði um morgunin og Jóanes um kvøldið, men vit vóru so modernaði, at vit mjólkaðu við maskinu. Og børnini eru vorðin til 11 barnabørn, vit hava framvegis nógv um at vera, sigur hon.

-Eg eri avloysari sum deknur, mær dámar illa at kirkjan er stongd, tað kennist skeivt, at ongin gudstænasta er og tí bjóði eg meg fram.

Kirtin er fødd á Oyrabakka, hagan pápin er ættaður. Mamma hennara er úr Haraldsundi og hennara ætt kemur úr Kongsstovu á Skarði. Mamman var borðin til garðin og tá ið hon festi, flutti familjan í Haraldsund.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.