Skriva út

Katrin Simony Knudsen Mikkelsen

Katrin Simony Knudsen Mikkelsen
upplesari
Argja kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

-Eg eri ein hoyvíkingur, sum eri vorðin argjafólk. Hetta er stutta lýsingin Katrin gevur av sær sjálvum, nú vit sita og práta í Argja kirkju. Katrin er fødd 21. juli í 1983.

-Eg hevði hug at gerast deknur og spurdi Derhard prest um møguleikan.  Hann spurdi, um eg hevði hug at lesa upp og tað tímdi eg ordiliga. Eg havi verið upplesari nú í eitt ár og nú fyrireiki eg meg til at gerast deknur, sigur Katrin Mikkelsen.

-Eg havi gingið í Havnar kirkju, sum nú er Dómkirkjan, síðan eg var barn. Tá eg kom fyrstu ferð í Argja kirkju, helt eg, at orgulið sá so kent út. Og eg fekk at vita, at hetta var gamla orgulið í Havnar kirkju, sigur hon.

-Eg havi havt sunnudagsskúla í Argja kirkju og tað er eitt arbeiði, sum mær hevur dámt væl. At vera mamma og hava sunnudagsskúla liggur tætt at hvørjum øðrum, sigur hon.

Katrin er gift við Terja Mikkelsen, hann er eisini uppvaksin á Argjum og tey eiga tvey børn. Tey byggja akkurát nú við Klingrutjørn.

-Mær dámar væl kirkjur sum heild. Og mær dámar serstakliga væl samanhaldið í kirkjum. Fólk eru so rólig, tá íð tey koma í kirkju og tað er nakað familjukent yvir tí. Heitt og fjálgt, inniligt og ja, næstan intimt, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.