Jonhard Klettheyggj

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Jonhard Klettheygg hevur verið deknur í Hoyvíkar kirkju síðan triðja sunnudag í advent í 2017. Hann er føddur 6. januar 1970.
-Eftirnavnið stavar úr Sandvík á Klettheyggi. Abbi mín Jóan Pauli Poulsen keypti eftirnavnið í 1947. Tá vóru tað tríggir í bygdini, sum itu tað sama, sigur Jonhard Klettheyggj.
-Bente Kjær, kirkjuverji ringi til mín og spurdi um eg vildi gerast deknur. Annika Højgaard, sum var deknur, gavst. Eg var akkurát staddur á Norðurlandsráðsfundi sum embætismaður fyri løgtingið og hevði ikki sæð meg sjálvan í rolluni sum dekn fyrr. Eg hevði hugsað, at hetta var heldur eitt starv fyri hálvgamlar menn. Og so gekk tað upp fyri mær, at eg var við at gerast hálvgamal, eg segði ja, og havi ikki angrað avgerðina, sigur hann.
-Hetta er ikki bundisligt arbeiði. Eg havi lisið ein lestur, síðan eg byrjaði. Vit eru fýra deknar sum skiftast. Tað er hugnaligt at lesa lestur og krevur eisini nakað av fyrireiking.
Jonhard Klettheggj er útbúgvin løgfrøðingur frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Dagliga starvast hann sum stjóri á løgtingsumsitingini.
-Løgtingið er eitt serstakt arbeiðspláss og har er eitt øgiligt press á á jólum og tá tingið fer heim í apríl.
-Eg eri uppvaksin í Sandvík, gekk í skúla í Hvalba og síðan HF á Tvøroyri. Eg arbeiddi og var til skips í tvey ár, áðrenn eg fór niður at lesa í 1992.
-Konan eitur Odbjørg og er út Hovi. Vit møttust, tá íð vit gingu á HF. Hon í Vági og eg á Tvøroyri, men hetta var sum ein skúli, sigur hann. Jonhard og Oddbjørg eiga trý børn.
Jonhard er byrsumaður og hevur verið ein rættuliga íðin harumaður, men tað hevur hann ikki rættuliga stundir til longur. Honum dámar eisini væl leirdúgvuskjóting, sum fer við nógvari tíð.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.