Skriva út

Hans Jørgensen

Hans Jørgensen
deknur
Miðvágs kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hans Jørgensen hevur verið kendur í politiskum høpi í mong ár og eisini sum lærari og í Miðvági kenna fólk hann eisini sum dekn, og seta hann í samband við kirkjuna. Í dag er hann pensioneraður ella eftirløntur og sjálvur heldur hann, at tað kundi komið meira burtur úr í gerandisdegnum. Hann er føddur 4. juli 1945.

-Eg havi verið deknur síðan á nýggjárinum 1989. Eg skiftist við Leiv Nattestad og vit lósu tveir mánaðir í senn. Eg eri miðvingur, abbi var deknur, pápi var deknur og tí var tað natúrligt at eg eisini gjørdist deknur, sigur Hans Jørgensen.

-Eg havi verið lærari alt mítt lív. Eg varð settur lærari á Giljanesi í 1972 og fór frá í 2012. Eg eri fyrsti lærari í familjuni eftir oldurabba mín úr Havn og sum var ferðalærari í Vágum.

-Tað fall mær lætt at gerast deknur. Vit eru fimm deknar og tað er kanska í meira lagi, tí tú kemur ikki tætt at kirkjufólkinum, tá so langt er í millum, at tú lesur. Eg eri konservativur í kirkjuni og haldi, at fasti formurin skal haldast. Høvuðsgudstænastan skal vera føst og deknagudstænastan ger, at tað er gudstænasta hvønn sunnudag.

-Eg haldi, at kirkjurúmið kann brúkast nógv meira enn tað verður brúkt. Tað kann brúkast til onnur tiltøk, eitt nú kundu vit havt eina aðra gudstænastu til tey ungu. Men sjálv gudstænastan skal vera grundføst.

-Konan eitur Jórun og er úr Porkeri. Hon kom sum 13 ára gomul til Havnar. Vit eiga trý børn og sjey barnabørn. Og nú er komið eitt langbarnabarn eisini, sigur Hans Jørgensen.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.