Doris Djurhuus

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Doris Djurhuus býr í Søldarfirði, men er ættað av Toftum. Hon er deknur og sunnudagsskúlalærari í bønhúsinum og missiónshúsinum í Søldarfirði. Doris er fødd tann 26. juli 1967.
-Eg eri av Toftum og einsamøll systir saman við seks beiggjum. Eg eri gift við Jóannes Djurhuus, sum er søldfirðingur og hann er ikki mítt einasta tilknýti til Søldarfjørð. Pápi mín er úr Søldarfirði og er uppvaksin í Vági. Eg minnist sum smágenta, at vit fóru til Søldarfjarðara at keypa jólagávur. Her var so flottur handil, sigur Doris Djurhuus.
-Tað var Kári Thorsteinsson, sum bað meg gerast dekn. Eg veit ikki, vit búgva í einum lítlum samfelag og tá er neyðugt at bera byrðar. Eg helt ikki, at eg kundi siga nei. Her er ikki nógvastaðni at hittast í Søldarfirði og prestur steðgar altið eftir gudstænastuna, tað er gull vert fyri okkum.
-Eg var sum barn vakt sunnumorgun at fara í kirkju. Tá ið eg var mamma gjørdi eg tað sama. Kanska havi eg ikki verið nóg pedagogisk í sunnudagsskúlanum, eg veit ikki, mær dámar væl at vera visuel. Eg havi so roynt at kunna meg um undirvísing og havi eisini verið á netinum og sunnudagsskúlin í dag er meira visuellur, nú brúka við eitt nú uppvarpu. Annars starvist eg við frálæru sum miðnámsskúlalærari á Kambsdali.
-Vit eiga fýra børn, tríggjar dreingir og ein gentu og enn eru ongi barnabørn komin. Annars eri eg altíð umgyrd av børnum, vit eru ein stór familja. Her í Søldarfirði eru nógvir brøður og fá kirkjufólk. Nú er so lestur hvønn sunnudag. Vit høvdu verið fátækari, eisini sosialt, um vit einans vóru í Glyvra kirkju, sigur hon. (Samrøðan varð gjørd í februar 2016).
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.