Skriva út

Daniella Justesen

Daniella Justesen
deknur
Hvannasunds kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Daniella Justesen hevur seinastu árini búð í Danmark, har hon hevur lisið til lækna. Hon er ættað úr Hvannasundi og har hevur hon eisini verið kirkjutænari, bæði deknur og klokkari. Hon er fødd 24. november 1976.

- Eg var fyrstu ferð deknur í Hvannasunds Kirkju Skírisdag 01-04-1999 og seinastu ferð 08-08-2004. Petra Nysted tók við starvinum efter mær, og var hon fyrstu ferð deknur 05-09-2004. Eg var undir útbúgving til sjúkrarøktarfrøðing í Tórshavn fra 1997-2001, har eg sum oftast var heima í Hvannasundi í vikuskiftinum, so oftast lá væl fyri at vera deknur, hóast eg var undir útbúgving. Eg skiftist at vera deknur við Absalon í Buð , sum vit kallaðu Pimma, Poul Jacob Zachariassen og Pól Johannesen Vit høvdu eina fasta skipan vit gingu eftir. Mær dámdi væl at vera deknur. Elsa Funding var prestur um hetta mundið. Einaferð var eg bæði deknur og klokkari til somu gudstænastu, tá rann eg millum tornið og kórið, sigur Daniella Justesen.

-Tá ið eg læs til sjúkrarøktarfrøðing føddist tankin um at fara víðari at lesa til lækna. Eg søkti eisini á tannlæknaháskúlan, men slapp ikki inn. Eg hevði eisini søkt um at sleppa at medisin og har slapp eg inni. Eg byrjaði at lesa til lækna í 2011 og varð liðug í 2017.

-Í løtuni arbeiði eg sum lækni á Retmedisinsk Institut. Eg veit ikki rættuliga hvønn veg eg fari. Kanska verið eg rættmedisinari ella fari eg at fáa mær sergrein sum barnalækni, sigur hon.

Daniella er gift við Hans Kristian Fonsdal Justesen. Hann er ættaður av Skála. Hann hevur fingið sær eftirnavnið hjá konuni. Tey eiga tvey børn, gentu og drong. Bjørg er fødd í 2005 og Kenneth í 2009.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”