Skriva út

Dánial Eliassen

Dánial Eliassen
klokkari
Mikladals kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Dánial Eliassen er føddur og uppvaksin í Mikladali og her býr hann enn. Og hann hevur álitisstørv í kirkjuni. Hann er klokkari og hann er eisini formaður í kirkjuráðnum. Kirkjan hevur verið á staðnum í fleiri hundrað ár. Dánial er føddur 21 november 1945.

-Eg havi verið nógv burtur, men byrjaði at ringja sum avloysari í 2006. Hetta hendi tá íð Karl Hendriksen flutti til Havnar, tá manglaðu vit ein organist og Magnus Eliassen tók við. Hann hevði verið klokkari og nú fór eg í fast starv sum klokkari og tað eri eg enn, og hetta hendi sjálvsagt eftir at eg legist uppi á landi, sigur Dánial Eliassen.

-Vit ringja tríggjar ferðir. Um summarið verður ringt fyrstu ferð klokkan níggju og síðan klokkan tíggju og ellivu. Um veturin ringja vit fyrstu ferð klokkan tíggju og síðan klokkan ellivu og klokkan tólv, tá ið gudstænastan er. Sum klokkari syrgir tú eisini fyri, at koyra hitan frá, tá íð tú ringir fyrstu ferð.

-Vit hava eitt sindur serliga ringing í Mikladali, sum eg havi skilt ikki er allastaðni í landinum. Fyrr var tað messað leygarkvøld, um prestur var sunnudag. Tað er avlagt í dag. Vit kima trettanda sunnudag og fram til Kyndilsmessu sunnudagar. Páskaaftan og páskamorgun verður eisini kimað. Her verður ringt og kimað. Eisini sunnudagarnar millum páskir og hvítusunnu verður ringt og kima. Dýrabiðudagsaftan verður ringt vanligt klokkan seks. Kristi Himmalfastsdag verður ring og kima aftan og aftur sjálvan dagin. Hvitusunnuaftan verður ringt og kimað klokkan 18 og aftur hvítusunnumorgun, sigur Dánial Eliassen.

Dánial hevur verið sjómaður alt lívið. Fyrst var hann við fiskiskipum og síðan við farmaskipum.

-Eg treivst best á sjónum og sigldi í samfull 45 ár. Tá íð eg hevði fingið siglingstíðina við fiskiskipum, fór eg á Sjómansskúla og síðan fór eg út at siga sum yvirmaður. Eg kom víða, nógvastaðni í Amerika og runt Afrika, sigur hann.