Skriva út

Dan Reinert Petersen

Dan Reinert Petersen
deknur
Fuglafjarðar kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Dan Reinert Petersen hevur verið deknur í Fuglafjarðar kirkju seinastu fimm árini. Hann er kendur í almenna rúminum sum hvassur viðmerkjari og lívsstarv hansara liggur innan skúlagátt og kring Føroyar við ymiskum fiskiskipum. Hugurin til sjógvin hevur verið stórur og í lívslanga lærarastarvinum hevur hann verið burtur frá í eini 14-16 ár, har hann hevur roynt seg á rullandi skipsdekki. Dan er føddur 5 august 1946, uppvaksin í Saltnesi og búsitandi í Fuglafirði, har hann hevur verið lærari í eitt mannaminni. 

    -Eg má viðganga, at eg gjørdi mær nakrar tankar, tá ið eg varð biðin um at gerast deknur. Eg hevði ongantíð hugsað um at gerast kirkjutænari. Eg helt einfalt ikki, at eg var tann rætti.

Kirkjuráðsformaðurin Marin Sólheim Thomsen gavst ikki á hondum. Hon lænti mær nakrar lestrarbøkur frá kirkjuni og bað meg fara heim at lesa. Eg hevði tær liggjandi í nakrar mánar og so segði eg nei. Men tað eydnaðist Marini at yvirtala meg og eg játtaði, sigur Dan Reinert Petersen. 

    -Eg havi altíð gingið í kirkju frá barni av. Eg eri kirkjufólk og onkursvegna helt eg,at tað er ein skylda. Kirkjan er baserað upp á frívilligar óløntar kirkjutænarar. Eg kenni størri ábyrgd,tá ið eg eri deknur. Eg framføri, meðan kirkjufólki lýðir á og reflekterar. Eg plagi at lesa uppá mikukvøld, hóskvøld og fríggjakvøld og taki tann lesturin, sum fellir mær best. Eg kenni ábyrgd fyri, dagarnar frammanundan gudstænastuni, at gudstænastan skal virka væl. Tað blívur nokk ikki ein vani at vera deknur. Hetta er nokk tí, at hetta er ein uppgáva, sum eg royni at avgreiða so gott sum eg kann. Vani er nakað sum skal fáast frá hondini og tað er nakað annað, sigur hann.

Dan hevur verið pensionistur síðan 2012 og hann hevur stóra gleði av havanum kring húsini. 

    -Mamma hevði hava í Saltnesi fyri 60 árum síðani, og tá var ein havi sjáldsamur, tí næstan ongin í Føroyum fekst við slíkt, ella tað vóru fá, sum høvdu hava. Mín áhugi vaknaði, tá ið eg sjálvur fór at hampa rundan um húsini her í Fuglafirði. Og tað vísir seg, at øll systkini hjá mær hava hendan áhugan meira ella minni. Tað er nakað andaligt yvir at vera urtagarðsmaður. Man kemur so tætt at skapanarverkinum og sær hvussu fantastiskt tað er. Tá ið eg fjasist í havanum ein góðan summardag, tá eri eg næstur Várharra, sigur Dan Reinert Petersen.