Skriva út

Carl Mikkelsen

Carl Mikkelsen
klokkari
Hoyvíkar kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Carl Mikkelsen er ikki bygdamaður, hann er hoyvíkingur í orðsins rætta týdningi. Og hóast tað hevur hann virkað uttanfyri Havnina meginpartin av lívinum. Hann hevur verið lærari í fólkaskúlanum. Carl er føddur 16 juni 1943. Fer tú í kirkju í Hoyvík, kann tú vera heppin at hitta hann. Hann er ein av fleiri klokkarum, sum skiftast um at ringja í hesi nýggju kirkjuni. Og ringja er nokk so nógv sagt, tí klokkan er automatisk, og tað er bara tá ið kirkjutíðin fer út um programeraðu ringingina, at neyðugt er at ringja við mannahond og mannahondin hevur einans uppgávu og hon er at trýsta á nakrar knøttar. 

    -Eg eri uppvaksin niðri í Hoyvíkini og seinni bygdi eg við Hoyvíksvegin. Áðrenn tað hevði eg verið í Danmark og nomið mær útbúgving. Eg lærdi til lærara á Ranum seminarium, sum liggur beint uttanfyri Løgstør við Limfjørðin. 

    -Kirkjuráðsformaðurin Jákup Símun Simonsen ringdi til mín ein dagin og spurdi, um eg vildi gerast klokkari. Eg tonkti meg um í ein dag, har var einki, sum talaði í móti og eg segði ja. Starvið snýr seg um at møta upp og passa tað ein skal. Vit eru væl mannaðir og at ofra eina viku um mánaðin er fínasta slag fyri meg. Nú eri eg pensioneraður og havi væl og virðiliga stundir til hetta starv. 

    -Eg havi verið lærari í felagsskúlanum á Oyrabakka í samfull 30 ár, heilt til eg legði frá mær. Men vit hava búð í Hoyvík, og eg havi koyrt ímillum. Konan er úr Hvalvík og vit eiga tvey børn og fimm barnabørn. 

    -Frítíðin fer til ymiskt. Mær dámar væl at spæla brigde og eg komi nógv í Tilhaldið í Havn, har eldri hittast, sigur hann.