Skriva út

Bergun Kass

Bergun Kass
deknur
Hoyvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Bergun hevur verið deknur í Hoyvíkar kirkju seinastu trý árini og vit skriva 2015, nú hesar reglur vera skrivaðar. Bergun er ættað av Strondum, og býr í Hoyvík, her hon hevur búð síðan 1994. Hon er fødd tann 7. august 1959.

-Eg var beærað, tá ið eg varð biðin til dekn. Eg hevði als ikki gjørt mær tankar, hvørki um at gerast deknur og ikki heldur um sjálvt starvið og eg má viðganga, at tað var ein avbjóðing at stíga fram. Eg havi gingið í kirkju alla mína tíð, øll míni barna og ungdómsár. Kirkjan var ikki fremmand fyri meg. Eg tók av starvinum og nú lesi eg einaferð um mánaðin og skiftist við hinar deknarnar.

-Hoyvíkar kirkja er, at kalla, eisini ein kirkja fyri tilflytarar. Flestu eru ikki fødd og uppvaksin í Hoyvíkini men flutt higar aðrastaðir frá.

-Tað er áhugavert at síggja hvussu fólk flokkast, hvørji hoyra saman ella hvørji eru i familju við hvønn annan og hvaðani úr Føroyum hesi koma.

-Eisini av hesi orsøk er tað sera gott, at kirkja loksins varð bygd í Hoyvík.

-Umframt regluligu gudstænasturnar er kirkjan eisini karmur um hendingar í lívinum hjá fólki, bæði í gleði og sorg, í stórhendingum og minni góðum tíðum. Tað er gott at vera við í tí, sum lívið bjóðar. Serliga hugaligt er at luttaka í gleðini hjá fólk, eitt nú at eygleiða fólk í barnadópi, og síggja hvussu rørd tey blíva, tá tey verða uppkallað.

-Mær dámar væl at ganga í kirkjuni, eisini tá hon er tóm. Tað er nakað stórbært, friðsælt og gott og hon rúmar tí siðbundna, sum eg haldi vit skulu varðveita.

-Tá fólk koma í kirkju vita tey, at tey eiga løtuna – og kunna hvíla seg, syngja, lýða á ella bara sita í egnum tonkum.

-Av tí at fleiri prestar eru knýttir til kirkjuna, er tað bara undantaksvís, at tað er deknagudstænasta, og tískil ikki sum hjá deknum á smærri plássum. Eg havi havt tann heiður at valt og lisið lestrar nakrar ferðir.

-Sum deknur hevur ein eitt ávís samskifti við fólkið, prestar og kirkjutænarar, og tað er áhugavert og gott at vera partur av tí kirkjuliga umhvørvinum í Hoyvík.Bergun er gift við Petur Joensen úr Vestmanna og tey eiga tvey børn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.