Skriva út

Andrass Frímann Joensen

Andrass Frímann Joensen
deknur og klokkari
Húsa kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Andrass Joensen er húsamaður og hevur búð í Havn meginpartin av ævini. Pápi hansara var deknur í eitt mannaminni og barnaheimið hevði tætt samband við kirkjuna. Húsar er tiltikin kirkjubygd. Og barnaárini og heilt til hann flutti av bygdini, gjørdi hann tænastu í kirkjuni. Andrass er føddur 22 apríl 1943.

-Lærarin í bygdini, Jógvar Petersen lærdi okkum at spæla orgul. Eitt sindur kom burtur úr, eg spældi til onkra gudstænastu og eg var eisini deknur og klokkari. Men sum allir dreingir, so mátti eg til at gera okkurt og eg fekk ikki so góða byrjan upp á lívið. Eg var føddur við mjadnabreki og kom at liggja eitt heilt ár á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í frið, fyri at fáa skil upp á mjadnirnar. Halvorsen var lækni, ein góður lækni og hann helt ikki, at eg skuldi velja sjóvegin, eg var ov veikur til tað. Eg fekk at vita aftaná, at um eg hevði ligið eitt ár aftur at, so hevði eg ikki fingið teir trupulleikar av mjadnunum, sum eg havi havt. Nú eru báðar skiftar út og eg havi tað gott, sigur Andrass Frímann Joensen.

Sum 16 ára gamal fekk Andrass lærupláss á sleipistøðini hjá Kjølbro. Hann hevði søkt fyrr, men har var einki. Hetta var akkurát um tað mundi, tá ið konvojin hjá Kjølbro kom aftur úr Eysturgrønlandi og nógvir av bátunum vóru illa farnir av ísinum. Eg var farin í læru í báta og træskipasmíð og fyrsta uppgávan var at skifta stevnið á Dragasund, sum var illa farin í ísinum. Hann hevði tó roynt sjólívið. Hevði verið tvey ár við Gudrun á Norðurlandinum við snellu.

-Í januar 1964 fekk eg starv á Tórshavnar Skipasmiðju. Tá var skipasmiðan farin at gera stállínuskip og eg gjørdi skabelónir. Teir gjørdu skabelónir av skipinum í fullari stødd og hetta gekk fyri seg á spanteloftinum. Skabelónirnar eru tær somu, um tú byggir úr træ ella stáli. Eg var í 20 ár skipasmiðjuni og síðan fór eg at læra til tekniskan teknara og var á Landsverk og at enda á Fornminnissavninum. Nú eri eg pensionist.

Andrass er giftur við Eydnu Zachariassen, ættað úr Uttarstovu í Hattarvík. Tey eiga tveir synir og eina dóttir og fýra barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”