Skriva út

Albert Johannesen

Albert Johannesen
klokkari
Tvøroyrar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Í kirkjuni havi eg havi nógvar góðar løgur og eg havi verið virkin innan kirkju og missión. Tá ið eg varð spurdur, um eg vildi vera klokkari var eg als ikki í iva og segði ja við brestin, sigur Albert Johannesen, sum er føddur 2 mai 1948.

-Eg eri tvørámaður, føddur og uppvaksin her og tað hevur ikki verið siðvenja í míni familju, at vera kirkjutænari. Eg var eisini klokkari í nøkur ár fyrst í áttatiárunum í farnu øld. Ein klokkari í Tvøroyrar kirkju ger alt tað praktiska arbeiði. Hann tendrar ljósini og syrgir fyri, at tað er heitt inni, tá íð fólk koma í kirkju. Vit eru tveir klokkarar, sum arbeiða væl saman.

-Eg eri bygningssnikkari og havið havt egið snikkaravirkið. Tíðin er farin frá hesum fakinum. Eg lærdi her á Tvøroyri og Torben Sjurhuus var lærumeistari. Eg yvirtók virkið eftir hann. Mær dámdi væl snikkaraarbeiði og kendi stóra arbeiðsgleði.

-Vit fingu eina deyva dóttir. Tað broytti lívið nógv. Eg var í ferð við at gerast innanduraarkitektur pr. Korrespodansa. Konan, Kamma, er úr Hvalba. Eg eri giftur við svigarinnuni.
Beiggi mín var giftur við henni, tey fingu tvey børn. Beiggi mín Olaf druknaði í Norra 34 ára gamal. Kamma var tá einans 24 ára gomul. Vit eiga tvær døtur, Óluvu og Báru, tað er Bára, sum er deyv. Hon býr í Danmark og hevur fingið eina dóttir, sum er hoyrandi.

-Eg eri ein virkin pensionistur, smíði ymiskt og gerið annað. Eg og hin klokkarin hugna okkum saman við harmoniku og vit spæla á sambýlum og aðrastaðni. Eg spældi við í dansiorkestri, tá ið eg var ungur.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”