Skriva út

Kirkjuráðið

Kirkjuráðini
Skulu syrgja fyri, at fólkakirkjan kann bjóða kirkjufólkinum góð kor fyri lívi og vøkstri. Tey umsita kirkjukassarnar, taka avgerð um, hvussu kirkjutænastan skal skipast, og skulu síggja til, at kirkjubygningurin á hvørjum ári verður sýnaður.

Uppgávur hjá kirkjuráðum í Føroyum
Kirkjuráðini verða vald 4. hvørt ár. Valrætt og valbæri hava limir í avvarðandi kirkjusókn, sum fyltir eru 18 ár.

Kirkjuráðini skulu syrgja fyri, at fólkakirkjan kann bjóða kirkjufólkinum góð kor fyri lívi og vøkstri. Tey umsita kirkjukassarnar, taka  avgerð um, hvussu kirkjutænastan skal skipast, og skulu síggja til, at kirkjubygningurin á hvørjum ári verður sýnaður. Tá prestur skal setast, eru tað kirkjuráðini, ið innstilla, hvør skal setast í starvið. Er innstillingin einmælt, skal Kirkjumálaráðið seta viðkomandi prest í starvið. 

T-postur
Kirkjuráðsformenn/kvinnur hava atgongd til t-postin hjá kirkjuráðnum umvegis hesa síðuna, ella við at fara inn á portal.fo og velja "Les teldupost" ovalaga á síðuni.