Skriva út

Mykinesar kirkja


31. juli 1862 hevur Mortan Andreasen, f. 1816 á Argjum, eftir áheitan, latið inn útgreinað yvirlit yvir timbur og annað tilfar til nýggja kirkju í Mykinesi, sum skal vera 22 x 11 alin. Hvørt tað er Mortan, sum byggir kirkjuna um heystið árið eftir, er ilt at siga við vissu. Á ólavsøku sama árið er hann liðugur at byggja nýggja Nólsoyar kirkju, so tað kann vera hann.

15. oktober 1877 Ferst kirkjan illa í Herviligum ódnarveðri. Annan dagin eftir hava mykinesmenn verið í Bø eftir so nógvum viðartilfari, sum neyðugt er fyri at bøta kirkjuna, at hon fær staðið uppi komandi veturin. Hetta framgongur av skrivi frá vágapresti 19. oktober 1877 til Finsen amtmann.

5. apríl 1878 Verður Hildið Sýn yvir skaðatilburðin á kirkjuna. Sýnsmenn eru Laurits Olsen úr Sørvági og Heini Zachariassen úr Bø. Umframt sýnið eri eisini uppskot frammi um, hvussu kirkjan skal gerast aftur. Í sýninum er eisini listi yvir hvussu nógv tilfar, neyðugt verður at keypa.

Tilfarið er komið vestur til Mykinesar við Surprise í mai mánaði 1878.

Men tíðin gongur. Arbeiðið verður ikki gjørt fyrr enn árið eftir. Í skrivi til amtið 1. juni 1879 verður sagt, at neyðugt er við broytingum í mun til fyrra sýnið. Um hetta mundið er arbeiðið í gerð. Um heystið er kirkjan liðug. 9. oktober verður hon sýnað av Thomas Danielsen og Jesar Jacobsen.

20. oktober 1879 sigur Hjort prestur frá í brævi til Sørensen próst, på hann 16. Oktober 1879 Hevur Vígt Kirkjuna.

Síðan Mykines kirkja varð endurbygd í 1879 eru ikki hendar stórvegis broytingar.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Eldru Hválvkirkjurnar]

Egin kirkjusókn.

Kirkjuráðið