Skriva út

Vágs kirkja


Málið um nýggju kirkjuna í Vági skuldi vísa seg at verða sera drúgt.

Á fundi 16. november 1913 í kirkjuráðnum í Vági varð avgjørt at skriva til Strømmens Trævarefabrik í Oslo og fáa nakrar upplýsingar um kirkjur úr viði. Hendan verksmiðjan hevði gjørt nýggju kirkjuna á Tvøroyri nøkur ár frammanundan.

Í 1914 verður so hugt at tekningunum, men hildið varð, at best var at lýsa til eina kapping í bløðunum um at gera eina kirkju, sum tekur umleið 500 fólk. Í fyrstu atløgu góðtók kirkjuráðið eina tekning frá J.A. Arge í Havn, men í januar 1916 var aftur lýst við kapping í bløðunum, hesaferð skuldi kirkjan verða úr gróti. Viðtikið varð at taka av einum tilboði frá Guttorm Østerø og Vilhelm Samuelsen.

Tá ið byggingin skuldi fara ígongd væntaði fíggingin. Løgtingið hevði játtað kirkjuráðnum pening í 1920, men í 1923 sóu teir seg ikki førar fyri at útvega peningin.

Í mars 1924 varð aftur lýst í bløðunum. Hesaferð skuldi kirkjan antin verða laða av gróti ella stoypt í betong. Hon skuldi vera 45 alin long og 12 alin breið. Í apríl 1926 varð avgjørt at taka av uppskotinum hjá Sofus Johan Hofgaard, arkitekti á Tvøroyri.

Garver 7. August 1927 Legði Jákup Dahl, próstur, grundarsteinin undir ta nýggju kirkjuna.

Jacob Christiansen í Havn fekk arbeiði at stoypa múrarnar. Men tá arkitekturin Hofgaard, í februar 1928, gjørdi vart við, at byggimeistarin ikki helt seg til málini, varð sáttmálin uppsagdur. Arbeiði helt tó fram. Arkitekturin Hofgaard stóð nú fyri arbeiðinum.

Og soleiðis koyrdi málið víðari, og tá ið kirkjan endaliga varð vígd føstulávintssunnudag 19. februar 1939 av Fuglsang-Damgaard biskuppi úr Danmørk, var liðin meira enn fjórðingsøld, síðan kirkjuráðið í Vági av fyrstan tíð fór undir at fáa til vega nýggja kirkju í Vági.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Nýggjaru Kirkjurnar]

Kirkjusóknin: Vágur og Nes.

Kirkjuráðið

Samband

Eyðtór Joensen

Formaður

Toftavegur 45
900 Vágur
Tel. 21 90 33
T-postur hjá kirkjuráðnum: vags(at)kirkja.fo