Tvøroyrar kirkja

- okt18TvøroyriTvøroyrar kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Bergur lesur lestur - okt25TvøroyriTvøroyrar kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Bergur lesur lestur - nov1TvøroyriTvøroyrar kirkja, Alla halgannasunnudagur, kl. 11.00, Gudstænasta
Jákup Erlingsson Petersen
Dagur teirra sjólátnu. - Eisini verða nøvnini á teimum, sum farin eru í sóknini síðani seinasta Allahalgannadag nevnd. Minningarhald. Eftir gudstænastuna verða kransar lagdir við Minnisvarðan. Eftir løtuna á Torvheyggi eru øll vælkomin í Missiónshúsið á Tvørabakka, har ein drekkamunnur er at fáa. - nov8TvøroyriTvøroyrar kirkja, kl. 14.00, Familjugudstænasta
Hanus Pál Jógvansson - nov15TvøroyriTvøroyrar kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Ragnar lesur lestur - nov22TvøroyriTvøroyrar kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Ann Hermansdóttir - nov29TvøroyriTvøroyrar kirkja, 1. s í advent, kl. 11.00, Gudstænasta
Jákup Erlingsson Petersen
Altargongd - Talvan gongur til frama fyri Føroysku Sjómanskirkjuna - des6TvøroyriTvøroyrar kirkja, 2. s í advent , kl. 11.00, Gudstænasta
Helena lesur lestur - des13TvøroyriTvøroyrar kirkja, 3. s í advent , kl. 16.00, Vit syngja jólini inn
Jákup Erlingsson Petersen
Børnini ganga Luciu gongd - Ymiskir bólkar framføra jólasangir - Aftaná kirkjukaffi - des20TvøroyriTvøroyrar kirkja, 4. s í advent, kl. 11.00, Gudstænasta
Bergur lesur lestur - des25TvøroyriTvøroyrar kirkja, Jóladagur , kl. 18.00, Hátíðargudstænasta
Jákup Erlingsson Petersen - des26TvøroyriTvøroyrar kirkja, 2. jóladagur , kl. 11.00, Gudstænasta
Bergur lesur lestur - des27TvøroyriTvøroyrar kirkja, Jólasunnudagur , kl. 11.00, Gudstænasta
Bergur lesur lestur - jan1TvøroyriTvøroyrar kirkja, Nýggjársdagur, kl. 18.00, Gudstænasta
Jákup Erlingsson Petersen
Altargongd - jan3TvøroyriTvøroyrar kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Garver, 3. februar 1905 var farið í gongd við arbeiði uppá nýggju kirkjuna á Tvøroyri. J.A. Arge var biðin um at gera grótarbeiði og gjørdi hann eina skitsu av grundplaninum. Síðani var Viggo Bertram, arkitektur, í Keypmannahavn biðin um at gera tekning og kostnaðarætlan. Kirkjan skuldi vera 36 x 16 alin innan, hæddin skuldi vera 7 alin og sambært løgtingsviðtøku skuldi høvuðstilfarið verða høgt grót.
Arbeiði gekk væl at byrja við, men í apríl kom steðgur í, av fleiri orsøkum. M.a. segði J.A. Arge arbeiði frá sær og eingin annar fekst til grótarbeiði.
Áðrenn arbeiði var farið í gongd, høvdu A/S J. Mortensen Eftf. Bjóða sær at geva alt byggitilfarið um kirkjan varð gjørd úr timburi.
18. januar 1906 gjørdu amtmaðurin C. Bærentsen og Fr. Petersen, próstur, eitt nýtt tilmæli til løgtingið. Har varð víst á, at soleiðis sum støðan var, var einasti møguleiki at byggja eina trækirkju. Og endin var, at A/S J. Mortensen Eftf. Sjálvir Komu at standa fyri byggingini. Nýggja trækirkjan kom at vera nokk so lík uppruna grótkirkjuni.
Í mun til aðrar kirkjur í Føroyum, so er hendan kirkjan smíða uttanlanda, á Strømmen Trævarefabrik A/S í Noregi. Arbeiði fór ígongd um heystið í 1906 og var liðugt í 1907. Síðani varð hon førd heim til Føroya.
Kirkjan varð sett upp á ætlaða staðnum. Um várið 1908 var hon klár at taka í nýtslu, og Kr. Himmalferðardag sama ár fór vígslan fram.
[KELDA: J. P. Gregoriussen, Yngru Hválvkirkjurnar]
Kirkjusóknin: Tvøroyri, Froðba, Trongisvágur, Øravíkarlíð og Øravík.
Kirkjuráðið

