Skriva út

Sumbiar kirkja


Í nøkur ár hevði verið tosa um nýggja kirkju, og menn í Sumba høvdu í 2 ár verið í holt við at bróta grót og samla tilfar, tá prósturin í 1885 legði fram umsókn um for Kirkekassernes Regning at lade paabegynde Opførelsen af Sumbø Kirke til forestaaende Foraar.

Bygginevnd var sett frammanundan, við m.ø. J.C. Evensen, og hon arbeiddi víðari við, hvat tilfar brúkast skuldi til tak og torn eins og hvussu múrarnir skuldu vera innan.

Útgrevstur fyri múrunum og slætting av økinum var álagt sum pliktarbeiði; Fýra dagsarbeiði fyri hvønn mannin. Formaður fyri hesum arbeiði var Johan Hypolitus Samuelsen.

Tekningar og kostnaðarætlan skuldu gerast, og hesi arbeiði læt løgtingið til ávikavíst J.A. Arge og Dione Isaksen. 22. mar. 1886 Vóru Teir Lidinir Við Arbeiði.

Til at halda eftirlit við byggingini vóru settir G. Sigurðson, timburmaður og snikkari, og J.A. Nolsøe, timburmaður.

Grótarbeiði gjørdi Petur í Mattalág, byggimeistari úr Havn, sum eisini røkti postflutningin úr Havn til Suðuroyar.

Andreas Jensen, snikkarameistari, av Viðareiði, fór í gongd við timbur- og snikkaraarbeiði t. 8. Juli 1886.

Kirkjan, sum er 27 x 13 alin til støddar, varð takt við nævur og flag, men tornið varð takt við skifuri. Takið er síðani skift til asbest.

Kirkjan varð vígd tann 19. juni 1887 og við til vígsluna vóru J.C. Evensen, Føroya próstur, Frederik Petersen, Suðuroyar prestur og Christian Andreas Hansen, Havnar prestur.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Yngru Hválvkirkjurnar]

Kirkjusóknin: Sumba og Víkarbyrgi.

Kirkjuráðið

Samband

Hildur Vestergaard
Forkvinna

Ovarivegur 8
970  Sumba
Tel. 57 00 06
T-postur hjá kirkjuráðnum: sumbiar(at)kirkja.fo