Skriva út

Sandvíkar kirkja


Í 1840 varð nýggj kirkja bygd úti í Bø í Froðba. Seinni - í 1856 - varð henda kirkjan flutt inn til nýggja búplássið við fjørðin, Tvøroyri. Búplássið vaks skjótt og skjótt var kirkjan vorðin ov lítil og um aldarsskiftið fóru serliga Mortensensmenninir at tosa um at byggja nýggja kirkju.

Sandvík, sum vit kenna hana í dag, æt Hvalvík um hetta mundi, og hvalvíkingar sóu nú ein møguleika at fáa kirkju í bygdina, við at keypa gomlu kirkjuna á Tvøroyri. Og 23. januar 1907 skrivaðu teir til Færø Amt og Provsti við hesum ynski og tí grundgeving, at sera trupult var fyri tí skjótt vaksandi kirkjuliðnum, at ganga í kirkju í Hvalba.

Færo Amt og Provsti eru skjótir at senda sakina víðari til kirkjuráðið í Hvalba, sum við Fr. Busch, presti, sum formanni, bert kann geva umsóknini sítt besta viðmæli.

Ætlanin verður játta, og teir skila eisini til, hvussu stór kirkjan skal vera eftir umbygginga í Hvalvík: Kirken skal have en Størrelse af mindst 23 x 11 Alen, skal opføres af Træ med Yderbeklædning og Tag af Bølgeblik.

Nýggja kirkjan á Tvøroyri varð tikin í brúk Kr. Himmalferðardag í 1908, og eftir tað kundu hvalvíkingar fara rættiliga til verka. Niels Persson, bygningssnikkari, á Tvøroyri, sum hevði gjørt tekningina til hvussu kirkjan skuldi síggja út í Hvalvík, stóð fyri arbeiðinum.

Tað hevur gingið skjótt at smíða, tí longu 30. August 1908 Hava Niclas Holm og Daniel Vest, timburmeistarar úr Hvalba, sýnað kirkjuna.

Kirkjan varð vígd 18. sunnudag eftir Trinitatis í 1908. Hetta var aðru ferð hettar árið at kirkjuvíglsa var í prestagjaldinum, so tað man hava verið tinginum ovboðið at fara avstaðaftur. Busch prestur skrivaði: Kirkeindvielsen i Hvalvig blev vistnok ikke saa stor en Festlighed som den i Tveraa Kr. Himmelfartsdag i Aar. Der var saaledes ingen andre Præster til stede unden Provsten, der foretog Indvigelsen, og Sognepræsten, der assisterede ved indvielsen og prædikede over Dagens Tekst.

Seinni skifti bygdin so navn til Sandvík.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Yngru Hválvkirkjurnar]

Egin kirkjusókn.

Kirkjuráðið