Skriva út

Porkeris kirkja


Í oktober mánaði 1846 spyr kirkjuinspektiónin prestin Andreas Djurhuus, sum var prestur í Suðuroy frá 1843 til 1850, um nakar er har suðuri, ið kann standa fyri byggingini av nýggjari kirkju í Porkeri.

Í aftursvari, seinni í sama mánaði, heldur Andreas Djurhuus, at hann ikki kann ávísa nakran har á oynni, sum hann heldur er førur fyri at standa fyri byggingini.

Men fyrst mátti tann gamla kirkjan takast niður, og sambært Extract Udskirift af Færøernes Sorenskriveries Auctionsprotocol 20. Mai 1847 er kirkjan seld til niðurrívingar.

Sjálvt arbeiði verður byrjað síðst í mai 1847, og tað verður Daniel Peder Jacobsen úr Kollafirði, sum stendur fyri byggingini.

Tað vóru bygdirnar Porkeri, Hov og Nes, sum í felag bygdu kirkjuna, og høvdu tær hvør sær ábyrgd fyri ávísum arbeiðum í samband við byggingina; M.A. Fall Tað Nesmonnum í Lut ved Útvega Flag på Tekja Við.

Í skrivi frá prestinum til kirkjuinspektiónina 17. August 1847 stendur m.a.: Ved skrivelse af dags dato har kirkeværgerne i Porkere underrettet mig om Kirkebygningen, der i dag bliver færdig. Idet... tillader jeg mig ligeledes at fremføre Menighedens Ønske om, at Kirken snarest muligt måtte blive indviet.

Kirkjan varð vígd 16. sunnudag eftir Trinitatis, sum tað árið var 19. september, av Andreas Djurhuus, presti, í Leirum í Hvalba.

Kirkjan er 24 x 12 alin til støddar.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Gomlu Trækirkjurnar]

Egin kirkjusókn.

Kirkjuráðið

Samband

Johanna K. Olsen
Forkvinna

Bakkafløtur 10
950 Porkeri
Tel. 54 86 68
T-postur hjá kirkjuráðnum: porkeris(at)kirkja.fo