Hvalbiar kirkja

- apr2HvalbaHvalbiar kirkja, Skertisdagur, kl. 16.00, Gudstænasta
Hanus Pál Jógvansson
Altargongd - apr3HvalbaHvalbiar kirkja, Langafríggjadagur, kl. 12.30, Gudstænasta
Hanus Pál Jógvansson - apr5HvalbaHvalbiar kirkja, Páskadagur, kl. 12.30, Hátíðargudstænasta
Hanus Pál Jógvansson - apr12HvalbaHvalbiar kirkja, kl. 12.30, Konfirmatión
Hanus Pál Jógvansson
Konfirmatiónsgudstænasta - apr19HvalbaHvalbiar kirkja, kl. 12.30, Gudstænasta
Hanus Pál Jógvansson
Altargongd - mai3HvalbaHvalbiar kirkja, kl. 12.30, Gudstænasta
Hanus Pál Jógvansson - mai14HvalbaHvalbiar kirkja, Kr. Himmalferðardagur - Útigudstænasta v Stórá í Trongisvági , kl. 11.00
Hanus Pál Jógvansson - mai24HvalbaHvalbiar kirkja, Hvítusunnudagur, kl. 12.30, Hátíðargudstænasta
Hanus Pál Jógvansson - mai31HvalbaHvalbiar kirkja, kl. 12.30, Gudstænasta
Hanus Pál Jógvansson
18. september 1931 var viðtikið í Løgtingsins kirkjunevnd, at hvalbingar nú kundu fara undir at byggja nýggja kirkju. Tekningin, sum nevndin hevur havt at taka støðu til, er tann frá arkitektinum, Jens Paula við Sílánna. Bygningurin er ætlaður at vera trækirkja bygd á gomlu kirkjugrundina í Skálum.
Eftir at løgtingsins kirkjunevnd hevði verið í Hvalba, varð støðan broytt. Kirkjan skuldi byggjast á Skeljalagi. Jens Pauli skuldi broyta tekning sína til eina betongkirkju og soleiðis, at hon skuldi taka uml. 300 fólk (uml. 25 x 10 m til støddar).
Jens Pauli við Sílánna, varð settur sum høvuðsbyggimeistari og eftirlitsmaður við øllum byggiarbeiðinum.
Um várið 1933 varð farið undir stoypiarbeiði, við havnamanninum Kristin Holm Joensen, múrara, sum formanni. Hetta stóð liðugt 1. Februar 1934. Vestmenningurin Eyolfur á Heygum, timburmeistari, stóð fyri timburarbeiðinum og alt snikkaraarbeiði varð gjørt á verkstaðnum hjá Jens Paula við Sílánna, á Tvøroyri.
Kirkjan varð vígd 27. Oktober 1935.
[KELDA: J. P. Gregoriussen, Nýggjaru Kirkjurnar]
Egin kirkjusókn.
Kirkjuráðið
