Skriva út

Kirkjan á Leiti


Tá skúlin í 1957 varð bygdur, varð samstundis kirkjurúmið gjørt og samanbygt við skúlan.

Betongbygningurin er gulur við reyðari tekju.

Skúlastovan er skild sundur frá kirkjurúminum við eini harmonikuhurð. Innan er kirkjan sera einføld. Á altarinum stendur ein stórur trækrossur, og altarsilvur og ljósastakar eru ikki eldri enn kirkjan sjálv.

Bygningurin stendur á vallaðari brekku, har Lopransfjørður møtir Vágsfirði.

[KELDA: Lasse Sørensen, Kirkjurnar í Føroyum]

Kirkjusóknin: Akrar og Lopra.

Kirkjuráðið

Samband

Heidi Lisberg
Forkvinna

Akravegur 24
927 Akrar
Tel. 37 37 94 & 28 27 94
T-postur hjá kirkjuráðnum: leitis(at)kirkja.fo