Vesturkirkjan

- des10VesturkirkjanVesturkirkjan, kl. 11.00, Gudstænasta
Heri Joensen
Sunnudagsskúli - des10Jólakonsert í VesturkirkjuniVesturkirkjan, kl. 19.30, Konsertir
- des17VesturkirkjanVesturkirkjan, kl. 11.00, Gudstænasta
Bergur Debes Joensen
Sunnudagsskúli - des24VesturkirkjanVesturkirkjan, kl. 15.00, Gudstænasta
Bergur Debes Joensen
(kl. 17 er gudstænasta við Hera Joensen) - des24VesturkirkjanVesturkirkjan, kl. 17.00, Gudstænasta
Heri Joensen
(kl. 15 er gudstænasta við Bergur D. Joensen) - des25vesturkirkjanVesturkirkjan, kl. 11.00, Gudstænasta
Heri Joensen - des26vesturkirkjanVesturkirkjan, kl. 11.00, Gudstænasta
Bergur Debes Joensen
Henda nútímans kirkja er kanska hin mest undrunarverdi bygningur á oyggjunum. Vesturkirkjan, vígd í 1975, er í royndum einføld, men hon er vøkur, stílrein og tignarlig.
Hitt einfalda er reglufast ført ígjøgnum til minstu smálutir. T.d. kunnu nevnast sálmanumrini. Leysliga sæð eru tey bara málaði svørt á hin hvíta steinveggin, ið stendur sum ein vakur mótsetningur til tær svørtu steinflísarnar á gólvinum, men í veruleikanum hanga tey á pinkalítlum, næstan ósjónligum seymum.
Rúmið yvir altarinum er byggilistarligt meistarverk, sum í síni ástundas móti himni ber alt longur og longur upp og gevur tær varhugan av tí óendaliga.
Á altarinum stendur ein lítil gyltur stiliseraður krossur, sum ber eina kristusmynd við krúnu og naglum gjøgnum hendur og føtur.
[KELDA: Lasse Sørensen, Kirkjurnar í Føroyum]
Kirkjusóknin: Tórshavn vestur, Syðradalur og Norðradalur.
Kirkjuráðið