Kollafjarðar kirkja
- nov3Kollafjarðar kirkjaKollafjarðar kirkja, kl. 11.00, Lestur
- nov10Kollafjarðar kirkjaKollafjarðar kirkja, kl. 11.00, Familjugudstænasta
Maria Jørðdal Niclasen - nov17Kollafjarðar kirkjaKollafjarðar kirkja, kl. 11.00, Lestur
- nov24Kollafjarðar kirkjaKollafjarðar kirkja, kl. 11.00, Lestur
Kollafjarðar kirkja, sum stendur á laðaðari grund, er úr timbri við flagtekju og torni. Hon stendur í fyrndargamla býlinginum við Sjógv.
Spurningurin um at byggja nýggja kirkju í Kollafirði og í Kvívík varð reistur á vártingi í 1837. Eitt sindur av kapping hevur verið ímillum bygdirnar um, hvør skuldi vera fyrstur við nýggjari kirkju. Kollfirðingar vóru við yvirlutan, og nýggj kirkja kom ikki í Kvívík fyrr enn í 1838.
Eftir skrivaðum keldum á Sjællands Landsskjalasavni og Føroya Landsskjalasavni at døma er farið undir arbeiðið við nýggju kirkjuni í august 1837, og umleið tann 18. Novembar sama ár stóð kirkjan liðug.
Nær kirkjan er vígd, er eitt sindur av iva um. Eftir mannasøgn í Kollafirði varð hon vígd fyrsta sunnudag í advent 1837. Hesin dagur falder á 3. Desember, men hetta er ikki í samsvar við skrivaðu keldurnar, sum benda á, at vígsludagurin var 18. November.
Síðani kirkjan varð bygd í 1837, hevur hon fingið fleiri størri umvælingar.
[KELDA: J. P. Gregoriussen, Gomlu Trækirkjurnar] Les meira HER:
Kirkjusóknin: Kollafjørður, Oyrareingir og Signabøur.
Kirkjuráðið