Hans Egede Kirke
![](https://folkakirkjan.cdn.fo/savn/3835/hek.jpg?width=582&height=360&mode=crop&rmode=crop&s=d3S5aBTyB8X4W-k9tpf9AaW9x-g)
Føroyska Kirkjuliðið í Keypmannahavn, eisini kallað Sankta Ólavs Kirkjulið, er partur av Donsku Fólkakirkjuni, Keypmannahavnar Biskupsdømi, og eigur innivist í Hans Egede Kirkju í Keypmannahavn. Eitt kirkjuráð valt av kirkjufólkinum hevur ábyrgdina av rakstrinum. Kirkjuráðslimirnir síggjast á heimasíðuni fokirkja.dk.
Sankta Ólavs Kirkjulið varð stovnað 28. novembur í 1915 við tí endamáli at savna føroyingar í Keypmannhavn og her á leið til guðstænastur hildnar á móðurmálinum. Hetta hevur verið gjørt síðani, og eisini verður skipað fyri ymsum mentanarligum og sosialum tiltøkum. Eftir guðstænasturnar savnast kirkjufólkið til ein drekkamunn í kirkjustovuni.
Aðrastaðni á heimasíðuni finna tygum upplýsingar um prest, deknar, organistar, sangarar og kirkjuráðslimir.
Føroyska kirkjuliðið er ein opin samkoma, ið fegin tekur við nýggjum hugskotum og avbjóðingum.
Formaður í kirkjuráðnum er Martin Fjallstein, og prestur er Borgny Brünings-Hansen.
Heimasíðan her: