Skriva út

Skúvoyar kirkja


Tað hevur sjálvandi ikki verið eftir einum degi, at støða hevur verið tikin til at gera nýggja kirkju. Í nevndaráliti undirskrivað av kirkjunevndini 5. okt. 1930 verður soleiðis tikið til: Meinigheitsráðið í Skúvoyar sókn hevur sent bræv til tingið, harí tað biður um tingsins hjálp til at fáa nýggja kirkju bygda í Skúvoy, tí verandi kirkja er í so ringum standi.

Í 1925 søktu skúvoyingar um tað sama og lovaðu at vilja lata 50 tunnur av sementi og hartil sand og smágrót og fáa alt á byggistaðið, og víðari lovaðu teir at lata grund og gera hana lidna og lossa alt tilfarið fyri einki, tí kirkjan var í vánaligum standi.

Så seint sum 3. februar 1936 hevur kirkjustýrið fund á Amtkontoret, og har málber Johs. Joensen, - ein limur í kirkjustýrinum - seg soleiðis: at efter hans mening, bør det offentlige ikke modsætte sig den stedfundne ændring, idet han fremhævede, at menigheden har udført et meget stort fortjensestefult arbejde.

Provsten tilrådte denne udtalelse. Og seinri á hesum fundi verður sagt: at kirkeinspektionen anbefaler, at menighedens beslutning godkendes. Hetta varð eisini gjørt, og stór var frøin, tá kontraktirnar um stoypi- og timburarbeiðið vórðu undirskrivaðar.

Stoypi- og pussiarbeiði hevði Kristian Jensen úr Kvívík og er hendan kontraktin undirskrivað 30. Nov. 1935.

Timburarbeiðið hevði Anthonius Jensen bóndi í Skúvoy, og hann hevur skrivað undir 15. des. 1935.

H.C.W. Tórgarð arkitektur hevur teknað kirkjuna, og er hetta eitt sera væl eydnað arbeiði. Tað sjáldsama við hesu kirkju er, at hon vendur suður og norð, tá annars vanligt er, at tær venda eystur og vestur.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Nýggjaru Kirkjurnar]

Kirkjusóknin: Skúvoy og Dímun.

Kirkjuráðið

Samband

Meinhard Hentze
Formaður

Handskavegur 16
260 Skúvoy
Tel. 36 14 36 / 22 28 30
T-postur hjá kirkjuráðnum: skuvoyar(at)kirkja.fo