Skriva út

Viðareiðis kirkja

2.JPG

Komandi tiltøk

20. november 1892 varð nýbygda kirkjan á Viðareiði sýnað og góðkend av J. Heinesen og S. Fr. Jacobsen. 

Seinni sama dag varð kirkjan vígd av J. C. Evensen, prósti. Í góðveðrinum var nógv bygdafólk komin saman, og gingu tey hátíðarliga skrúðgongu úr gomlu kirkjuni (frá 1831) í ta nýggju, saman við gestum úr norðoyggjum. Við sær høvdu tey altargripir og aðrar kirkjulutir.

Í stuttari lýsing (1891) av kirkjuni: grótlaða kirkja, 28 alin long og 12 alin breið, við skifurtaki og jarnvindeygum, var byggingin mett at kosta smáar 9000,- krónur. Jóhan Andr. Petersen, tinglimur úr Mikladali, átók sær at gera høvuðsarbeiði fyri 8000,-. Onnur smáarbeiði komu aftrat, men kostnaðarmetingin helt.

Í Viðareiðis kirkju finnist gripur, sum telist millum elstu kirkjugripir í Føroyum. Tað er ein krossmynd frá 1551, sum hongur á norðurvegginum í kirkjuni. Hana hevur Thomas Koppen úr Hamburg, sum fekk einkarætt til handils uppá Føroyar í 1533, givið.

Síðan kirkjan varð bygd, er sum vituligt nógv viðlíkahald og nógvar broytingar farnar fram. M.a. er tekjan skift 4 ferð og stoypijarnsvindeyguni eru skift út við trævindeygu.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Yngru Hválvkirkjurnar]

Egin kirkjusókn.

Kirkjuráðið

 

Samband

Navn
Elsebeth Viðoy Simonsen

Hoygarðsvegur 8
750 Viðareiði 
Tel. 45 11 73 & 73 02 32
T-postur hjá kirkjuráðnum: vidareidis(at)kirkja.fo

Kirkjugongd er hvønn sunnu- & halgidag:

kl. 12.00 (frá 1. september til 31. apríl)

kl. 11.00 (frá 1. mai til 31. august).