Hvannasunds kirkja

- sep20Hvannasunds kirkjaHvannasunds kirkja, kl. 11.00, Lestur
- sep27Hvannasunds kirkjaHvannasunds kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Jóannes Purkhús
Í smb. við at Jóannes Purkhús hevur vart sína doktararitgerð í gudfrøði verður boðið til móttøku á Hotel Norð á Viðareiði frá kl. 15.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. - okt4Hvannasunds kirkjaHvannasunds kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Jóannes Purkhús
Altargongd - okt11Hvannasunds kirkjaHvannasunds kirkja, kl. 11.00, Lestur
- okt18Hvannasunds kirkjaHvannasunds kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Jóannes Purkhús - okt25Hvannasunds kirkjaHvannasunds kirkja, kl. 11.00, Lestur
- okt31Ungdómskirkja í Hvannasunds kirkjuHvannasunds kirkja, kl. 20.00, Ungdómsgudstænasta
Gimmi Olsen
Aftaná verður hugni og pitsa í Kirkjuhúsinum.
Í 1933 varð H.C.W. Tórgarð, arkitektur í Havn, biðin um at gera tekning og kostnaðarmeting til nýggja kirkju í Hvannasundi. Men málsviðgerðin skuldi vísa seg at verða drúgv, so arbeiði uppá kirkjuna byrjaði ikki fyrr enn í 1948.
Tekningin vart tó tann sama, ein kirkja við veggjum úr beton, klødd innan við viði og tekju úr bylgjujarni (bleiv til asbest tá bygt varð). Hon var 22 alin long og 12 alin breið og hevði vindeygu á báðum síðum. Kirkjan skuldi hava hundrað føst setur í skipinum, umframt setur í kórinum og á loftinum. Innrættað var við kirkjuna á Kirkju sum fyrimynd.
Men tað gekk illa at fáa nakran at átaka sær arbeiði. Arbeiði varð útboðið í bløðunum, men einki boð kom. Endin var, at sundamenn sjálvir bygdu kirkjuna. Betongarbeiðinum stóð Niels í Buð fyri og Meinhard Poulsen, byggimeistari, saman við Jóaness Christiansen, timburmanni á Kirkju, stóðu fyri timburarbeiðinum.
Hin 12. november 1949 varð Hvannasunds kirkja sýnað av Martin Sivertsen, Hvannasund og Gunnar Krúnufjall, Norðtoftir og góðkend.
Dagin eftir, hin 13. November 1949, varð kirkjan vígd av Jákup Joensen, prósti, og var hetta hansara fyrsta kirkjuvígsla.
[KELDA: J. P. Gregoriussen, Nýggjaru Kirkjurnar]
Kirkjusóknin: Hvannasund, Norðdepil, Norðtoftir og Múli.
Kirkjuráðið

