Skriva út

Húsa kirkja


Hin 23. apríl 1916 sendi bygdaráðið fyri Kunoyar, Mikladals og Húsa sókn soljóðandi skriv til Færø Amt og Provsti: Man tillader sig herved at anmode den høje Kirkeinspektion om at fremskaffe en Tegning til en ny Stenkirke med Jerntag i Husum, der tænkes opført i Stedet for den gamle, der i Vinter blev ødelagt af Vindstød.

Hin 19. juli 1916 fær kirkjuverjin Daniel Hansen bræv frá amtinum um, at honum verður heimilað at taka kirkjuna á Húsum niður, tá ið hann heldur tað vera hóskandi, at leggja tilfarið á ein góðan og tryggan stað, og eftir meting frá tveimum álítandi monnum at selja tað tilfar úr gomlu kirkju, sum hann við vissu heldur ikki kann verða nýtt annaðhvørt til sjálva tað nýggju kirkjuna ella til byggingina av henni.

Seinni áleggur løgtingið amtmanninum og próstinum at útvega tekning og leysliga kostnaðarmeting av nýggjari grótkirkju, 12 x 24 alin innan. Teir vendu sær til Guttorm Eysturoy, snikkarameistara í Havn. Hann hevði lært í Bergen, og hevði dómkirkjuna í Tróndheimi sum fyrimynd til nýggju kirkjuna.

Grundin var slættað og stóð óbygd umleið eitt ár, meðan Húsamenn og Syðradalsmenn sprongdu og høgdu grótið til.

Christian J. Sørensen stóð fyri byggingini. Sjálvur tók hann sær av grót- og múraraarbeiðinum og fekk Guttorm Eysturoy at standa fyri timbur- og snikkaraarbeiðinum.

Tey fimm spírini á kirkjuni verða á Húsum søgd at vera gjørd í smiðjuni hjá Askham í Havn. Á høvðusspírinum stendur árstalið 1919, tí at tað var árið, teir høvdu ætlað, at kirkjan fór at standa liðug.

Tað hevur ljóðað, at Húsa kirkja var so kostnaðarmikil, at hon tømdi ikki bara kirkjukassan í Norðoya prestagjaldi, men eisini allar kirkjukassar í Føroyum og meira enn tað.

Í fýra ár, 1916-1920, var Húsar uttan kirkju. Og hin 11. Juli 1920, 6. sunnudag eftir trinitatis, vígdi Jákup Dahl, próstur, nýggju kirkjuna.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Nýggjaru Kirkjurnar]

Kirkjusóknin: Húsar og Syðradalur.

Kirkjuráðið