Christianskirkjan

- mar19ChristianskirkjanChristianskirkjan, kl. 20.00, Føstugudstænasta
Ovi Brim
Kirkjukaffi Skálakórið syngur - mar22ChristianskirkjanChristianskirkjan, kl. 11.00, Lestur
- mar25ChristianskirkjanChristianskirkjan, kl. 10.00, Morgunsangur
Øssur Kjølbro - mar26ChristianskirkjanChristianskirkjan, kl. 20.00, Føstugudstænasta
Heri Joensen
Kirkjukaffi Taborkórið av Toftum syngur - mar27ChristianskirkjanChristianskirkjan, kl. 10.30, Vøggusangur
- mar29ChristianskirkjanChristianskirkjan, kl. 11.00, Konfirmatión
Øssur Kjølbro - mai1ChristianskirkjanChristianskirkjan, kl. 11.00, Konfirmatión
Marjun Lómaklett - mar21ChristianskirkjanChristianskirkjan, kl. 11.00, Konfirmatión
Marjun Lómaklett
(2027) - apr23ChristianskirkjanChristianskirkjan, kl. 11.00, Konfirmatión
Øssur Kjølbro
(2027)
Kirkjan í Klaksvík, vígd í 1963, er sera óvanlig, ikki minst av tí, at hon einki torn hevur (Lasse skrivaði bókina í 1979, síðan tá hevur kirkjan fingið torn, og tó so, tornið stendur á vøllinum við síðurnar av kirkjuni), men hon er bæði uttan og innan hábærsligur bygningur.
Megintilfarið er føroyskt grót, viður og skifur. Í vestara enda eru høvuðsdyrnar. Ovast uppi í skjøldrinum er ein stórur trækrossur og undir honum eitt vakurt, runt mosaikk-vindeyga.
Í sjálvum kirkjurúminum eru svalir báðumegin við í tveimum hæddum, og uppi yvir altarinum er hin stórfingni freskomálningurin Hin stóra kvøldmáltíðin av Jaokim Skovgaard. Av fyrstu tíð var hann málaður til dómkirkjuna í Viborg (1901), men orsakað av slevj í kálkinum mátti hann trekkjast av aftur og varð síðan fluttur til Statens Museum for Kunst í København. Haðani varð hann latin til Klaksvíkar Kirkju.
Uppi í tróðrinum í tí stóra kirkju rúminum hongur gamalt endurbøtt áttamannafar, ein gamal prestbátur av Viðareiði.
Christianskirkjan er sum Vesturkirkjan í Havn eitt vala bygningsverk.
[KELDA: Lasse Sørensen, Kirkjurnar í Føroyum]
Kirkjusóknin: Klaksvík, Norðoyri, Ánirnar og Strond.
Kirkjuráðið


