Skriva út

Oyndarfjarðar kirkja


Garver 25. mai 1837 var gamla kirkjan í Oyndarfirði sýnd og sýnismenninir funnu ved denne kirke ikke så store mangler, at den jo kan stå uden udbedringer, indtil den ad åre kan være nedreven og af ny opført, hvilket behøves, da den er meget for liden til menigheden.

Kirkjufólkið strongdi á at fáa nýggja kirkju, og myndugleikarnir eftirlíkaðu krøvunum - gjørt var av, at nýggj kirkja skuldi byggjast í Oyndarfirði.

Garver 8. apríl var gamla kirkjan eftir boðum frá Føroya Amti seld á uppboði á Eysturoyar vártingi. Treytirnar vóru, at kirkjan skuldi verða tikin niður áðrenn 1. juni 1838.

1. juli byrjaði arbeiði og skjótt gekk. Longu tann 18. August boðar Garde, prestur, amtmanninum frá, at arbeiði er liðugt, og tann 24. August boðar prósturin, Struer, amtmanninum frá, at vígslan er ásett at verða 12. sunnudag eftir Trinitatis, 2. Marts 1838.

Fyri arbeiðinum stóð kollfirðingurin David Petersen, sum var búsitandi á Strondum.

Oyndafjarðar kirkja er í høvuðsheitum lík hinum gomlu timburkirkjunum, men skilir seg kortini burturúr, við at hon uttan er hvít við grønum úthurðum og grønum listum um vindeyguni. Men av gomlum kirkjurokniskapum sæst, at hon upprunliga hevur havt svartar tjørubræddar útveggir.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Gomlu Trækirkjurnar] Les meira HER:

Egin kirkjusókn.

Kirkjuráðið