Gøtu kirkja

- sep20Gøtu kirkjaGøtu kirkja, kl. 11.00, Familjugudstænasta
Ovi Brim
Dópur Kirkjukaffi verður aftaná. Eisini verður okkurt leskiligt til børnini. - okt4Gøtu kirkjaGøtu kirkja, kl. 11.00, Gudstænasta
Gimmi Olsen
Dópur, Útvarp
Nýggja kirkjan í Gøtu, stendur í Gøtugjógv og varð vígd tann 25. juni í 1995 av biskoppi Hans Jacob Joensen. Drotning Margreta II var við til vígsluna, saman við biskuppum úr hinum norðanlondunum.
Nýggja kirkjan varð bygd orsaka av at gamla kirkjan var vorðin ov lítil. Arbeiði at fáa gongd á at byggja kirkjuna, varð borðið av Torkil Beder, táverandi sóknarpresti, saman við kirkjuráðnum.
Tróndur Patursson hevur prýtt kirkjuna við glaslist, sum fevnir um glasskermar til lampur inni í kirkjuni, og eyðkendu altartalvuna, sum er glaspartíið á niðaru síðu á kirkjuni.
Kirkjusóknin: Norðragøta, Gøtugjógv, Syðrugøta og Gøtueiði.
Kirkjuráðið



