Skriva út

Gøta kirkja, (eldra)


Eldra kirkjan í Gøtu.

Eldra kirkjan í Gøtu varð vígd 22. september 1833 av Niels Johnsen Struer, ið var próstur frá 1831 til 1838.

Nakrir av teimum, sum hava smíðað kirkjuna, eru funnir, men óvist er, um tað eru allir. Líkt er til, at Berint Simonsen, ið ætlandi er av Strondum, hevur verið formaður, tí at hann hevur fingið útgoldið lønina til tveir aðrar menn, Hans Jacob Jacobsen og Petur Isaksen, ið báðir vóru úr Oyndarfirði. Ein annar strandingur hevur gjørt timburarbeiðið, tað er Augustinus Simonsen. Vindeyguni hevur N.C.Winther snikkari í Havn gjørt.

Kirkjan er bygd av viði og er takt við nævur og flag, men í 1959 vórðu jarnplátur lagdar undir flagið. Støddin á kirkjuni var upprunaliga: 18 alin og 12 tummar long, 10 alin og 3 tummar breið, hæddin er 3 alin og 9 tummar undir bjálkunum. Um leið 1860 varð vaksið um kirkjuna, hon var tá longd um 6 alin.

Gomul søgn er, at kirkjan skal vera skakað tríggjar ferðir á grundini av ódnarveðri. Fyri at hetta ikki skuldi henda aftur, legði ein danskur prestur gøtufólki tey ráð, at tey skuldu stoypa vollar í øll fýra hornini í kirkjuni. Hetta varð gjørt, og síðan hevur illveður ikki skalað kirkjuna.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Gomlu Trækirkjurnar] Les meira HER:

Kirkjuráðið

Samband

Dagbjørt Ó. Hansen
Forkvinna

á Heyggi 4
512  Norðragøta
Tel. 44 10 76 & 21 10 76
T-postur: gotu(at)kirkja.fo