Skriva út

Glyvra kirkja


Oddamaðurin til Glyvra kirkju var eysturoyarpresturin, danin Kristian Vilhelm Nielsen, sum var búsitandi á Nesi frá 1917 til 1927. Haðani virkaði hann sum einaprestur fyri Eysturoynna.

Í 1924 byrjaði kirkjufólkið at savna pening inn til kirkjuna, og annan hvítusunnudag 1925 var basarur á Glyvrum. Nevnast kann, at Vilhelm Nielsen keypti kirkjuklokku, vínkannu, kalikin, breyðílati, messuakulin og ljósastakan í 1927, og vórðu lutirnir goldnir av innsavnaðum peningi.

Skjótt var farið undir at byggja. Bygginevnd varð sett, og formaður gjørdist V. Nielsen prestur sjálvur. Hann hevur eisini teknað kirkjuna og kom at standa fyri byggingini.

Vilhelm Nielsen legði grundarsteinin 9. mai 1926, og kirkjan varð vígd Kristi himmalferðadag, 26. mai 1927, av Jákup Dahl prósti.

Teir ið smíðaðu Glyvra kirkju vóru Jóan Dávid Jacobsen í Niðaragerði úr Søldarfirði, sum var formaður fyri stoypingini og Símun Johannesen úr Fuglafirði, ið var formaður fyri innanduraarbeiðinum.

Ein munandi útbygging av kirkjuni byrjaði 11. Juni 1980. Niels Pauli Hansen, byggimeistari, fyrireikaði og J.P.Gregoriussen, arkitektur, teknaði útbyggingina. Kirkjan var endurvígd sunnudagin 27. september 1981, av Eivind Vilhelm.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Nýggjaru Kirkjurnar]

Kirkjusóknin: Glyvrar, Lambi, Lambareiði, Runavík, Saltangará, Skipanes og Søldafjørður.

Kirkjuráðið

Samband

Páll Rasmussen
Formaður

Smærugøta 5
620  Runavík
Tel. 25 87 44 
T-postur hjá kirkjuráðnum: glyvra(at)kirkja.fo